Fyrrverandi Liverpool leikari deyður 23 ára gamal

Real Betis boðar í dag frá, at verjuleikarin hjá teimum, tann bara 23 ára gamli Miki Roque, hevur tapt dystin móti krabbamein og er deyður.

 

Miki Roque fekk staðfest krabbamein í mars mánaði í fjør. Hann spældi sum yngri við enska felagnum Liverpool, áðrenn hann í 2009 skifti til Real Betis.

 

«Real Betis leikarin, Miquel Farrero “Miki” Roque, andaðist í dag á Instituto Dexeus de Barcelona sjúkrahúsinum 23 ára gamal, skrivar heimasíðan hjá spanska felagnum.

 

Miki Roque spældi ein dyst fyri besta liðið hjá Liverpool, tá hann bleiv skiftur inn í einum Champions League dysti móti Galatasaray í 2006. Miðverjin náddi eisini at spæla tríggjar U19 landsdystir fyri Spania.