Fyrrverandi skotski stjórnarleiðarin handtikin

Alex Salmond, fyrrverandi stjórnarleiðarin í Skotlandi, er handtikin av bretsku løgregluni, skrivar BBC.

 

Enn er ikki greitt, hvat hann er skuldsettur fyri, men í fjør heyst skuldsettu tvær kvinnur Alex Salmond fyri at hava gjørt seg inn á tær fyri mongum árum síðani.

 

Alex Salmond noktar seg sekan, men hevur kortini valt at siga frá sær politisku álitissessir sínar. Sambært The Guardian hevur hann eisini roynt at loyst trætuna við kvinnurnar við mekling.

 

Alex Salmond var stjórnarleiðari í Skotlandi frá 2007 til 2014. Væntandi verður hann førdur fyri rættin seinni í dag.