NSÍ hevur í kvøld ársveitslu felagsins í Sjókafé’ini í Runavík, og sum innleiðslu til veitsluna, greiddi formaður felagsins, Dánial Hansen frá, at felagið hevur undirskrivað sáttmála við nýggjan venjara til komandi tvey kappingarárini.
Talan er ikki um ein og hvønn í fótbóltssamanhangi heldur. 63 ára gamli Guðjón Tórðarsson, ið árini frá 1997 til 1999 var íslendskur landsliðsvenjari, verður nýggjur venjari í Runavík komandi tvey kappingarárini.
Guðjón Tórðarsson hevur drúgvar royndir sum venjari. Árini frá 1999 til 2006 var Guðjón Tórðarsson burtur úr íslendskum. Tá var hann millum annað venjari hjá Stoke City, Barnsley, Notts County og Crewe Alexandra í Onglandi, umframt at hann í 2002 vandi Start í bestu norsku deildini.
Í Íslandi hevur Guðjón Tórðarsson verið venjari hjá ÍA, KA, KR, BÍ/Bolungarvík og Grindavík.
Guðjón Tórðarsson hevur tó ikki roynt seg sum venjara síðani 2012, tá hann vandi Grindavík í bestu íslendsku deildini.