info
Ongi úrslit

Fyrrverandi spælari hjá HB er deyður

Viborg boðar frá, at Martin Nielsen, sum spældi tveir umstríddar dystir fyri HB í 2005, er deyður 52 ára gamal

Tróndur Arge
28. februar 2023 kl. 14:15

Viborg FF boðar frá, at Martin Nielsen, sum spældi tveir umstríddar dystir fyri HB í 2005, er deyður 52 ára gamal. Sagt verður, at hann doyði eftir stutta sjúkralegu og at Viborg FF ætlar at minnast Martin Nielsen til komandi dyst.

Martin Harding Nielsen er mest kendur fyri sína tíð í Viborg FF, har hann spældi frá 1994 til 2000. Í 2005 kom hann tó í eina serliga støðu, tá HB leigaði hann og landsmannin Jan Larsen til Champions League dystirnar móti litaviska FBK Kaunas.

HB hevði í 2004 vunnið FM í stórum stíli undir leiðslu av Heine Fernandez. Í Premier League gekk illa hjá Liverpool, sum bleiv nummar fimm. Men eitt minniligt kvøld í Istanbul vann Liverpool Champions League finaluna eftir brotssparkskapping móti AC Milan og fekk undantaksloyvi at luttaka í Champions League kappingini árið eftir.

Everton hevði vunnið fjórða plássið í landskappingini og UEFA vildi bara loyva í mesta lagi fýra liðum úr hvørjum landi at luttaka. Tí skuldi antin Liverpool ella Everton víkja, men tað kom eitt kompromis. Liverpool fekk loyvi at verja Champions League sigurin, sum eisini er siður, men skuldi byrja í fyrsta undanumfari.

Tað háttaði seg soleiðis, at vinnarin av uppgerðini millum HB og FBK Kaunas skuldi møta Liverpool. Hatta var stórt og HB fór at leita sær styrk til dystirnar í eini vón um, at HB kundi møta Liverpool á Tórsvølli. Hetta var ikki væl sæð hjá øllum í HB, men tað bleiv lagt upp til, at bara spælarar hjá HB skuldu spæla, um HB kom víðari og spældi móti Liverpool.

Tá vóru boð eftir Martini Harding Nielsen og Jan Larsen. Tað munaði tó lítið, tí FBK Kaunas vann 4-0 á heimavølli og 4-2 á Tórsvølli í returdystinum. FBK Kaunas fekk eina uppgerð móti Liverpool og tapti samanlagt 5-1.

Martin Harding Nielsen og Jan Larsen spældu ongantíð aftur fyri HB. Jan Larsen doyði í 2018 av krabba bara 46 ára gamal.

Myndin er ikki tøk

Mest lisið hesa vikuna

Simme Musikkhús heldur fram

Í gjár kl. 11:24

29 ára gamal skuldsettur fyri tvey dráp og drápsroynd

5. oktober kl. 23:35

Hví letur politiið lógarbrot um seg ganga?

4. oktober kl. 23:14

Maður breyt knæið eftir bardaga

4. oktober kl. 20:25

Sjúrður yrkir á Fólkatingi

9. oktober kl. 08:56

Ellefsen og Oskarsson: Rætt ella rættvíst?

6. oktober kl. 14:56

Fleiri tíðindi

Fótbóltur

Klaksvíkingar vunnu stórsigur á Tórsvølli

29 minuttir síðan
Fótbóltur

Nú nærkast av álvara hjá NSÍ

44 minuttir síðan
Hondbóltur

Óli syrgdi fyri 10 málstigum í stórsigri hjá GOG

49 minuttir síðan
Tíðindi

Trump boðar frá vápnahvíld – Zelenskyj visti einki um hana

59 minuttir síðan
Tíðindi

Mentanarvirð­is­løn­ir lands­ins verða hand­að­ar í Sør­vági

1 tími síðan
Hondbóltur

SMS: H71 vann stórsigur á EB í Hoyvíkshøllini

2 tímar síðan
Tíðindi

Minst 11 deyð í bussvanlukku í Turkalandi

2 tímar síðan
Fótbóltur

AC Horsens bjargaði javnleikinum í yvirtíðini

2 tímar síðan
Tíðindi

Møgulig ætlan um at myrða Donald Tusk

3 tímar síðan
Lesarabrøv

Tá vit hava tikið ræðið á laksinum, hava vit eisini tikið ábyrgdina

3 tímar síðan
Tíðindi

Mótmæla laksa­al­ing í Seyð­is­firði og Reykja­vík í dag

3 tímar síðan
Lesarabrøv

Marknaðarprísur og samfelagsligt virði

4 tímar síðan