Fyrrverandi starvsfólk hjá Noma hótta við rættarmáli

Um leiðslan ikki hittir fyrrverandi starvsfólk hjá Noma, kann tað enda við rættarmáli, stendur í opnum skrivi.

Aktivistar frá felagsskapinum One Fair Wage og fyrrverandi starvsfólk hjá Noma mótmæltu á pop-up matstovuni hjá Noma í Los Angeles mikudagin. Sambært einum opnum brævi, sum fyrrverandi starvsfólkið Jason Ignacio White hevur deilt, krevja tey fund við leiðsluna. - Mynd: Apu Gomes/Ritzau Scanpix

Fleiri fyrrverandi starvsfólk hjá Noma krevja fund við leiðsluna á matstovuni fyri at skapa broytingar í leiðsluni hjá Noma og fáa semju um løgfrøðislig krøv.

Soleiðis stendur í einum opnum brævi, sum Jason Ignacio White, fyrrverandi starvsfólk hjá Noma, hevur deilt á síni konto á sosiala miðlinum Instagram:

– Matstovan hevur brotið rættindini hjá starvsfólkunum gjøgnum nógv ár. At endurreisa rættindini hjá hesum starvsfólkum verður neyðugt men ikki nóg mikið.

Tað er neyðugt hjá matstovuni at skapa broytingar fyri at kunna liva upp til bæði sínar lógarbundnu og moralsku skyldur, meta sendararnir av brævinum.

Brævið er undirskrivað av einum bólki, sum kallar seg fyrrverandi starvsfólk hjá Noma (Former employees of Noma red.) og umboðum frá One Fair Wage.

One Fair Wage er ein amerikanskur felagsskapur, sum arbeiðir fyri umstøðunum hjá starvsfólkum á matstovum.

Hevur leiðslan ikki svarað innan á middegi, verður málið lagt fyri almenningin og rættarskipanina, stendur í fráboðanini.

Hósnáttina legði leingi kokkurin hjá Noma, René Redzepi, frá sær.

Redzepi legði frá sær eftir eina frásøgn í amerikanska blaðnum The New York Times um, at fyrrverandi starvsfólk á donsku matstovuni Michelin høvdu upplivað harðskap og eyðmýking.

New York Times hevur tosað við 35 fyrrverandi starvsfólk á matstovuni. Teirra royndir vóru frá 2009 til 2017.

Redzepi hevur skrivað á Instagram, at hann hevur arbeitt fyri at gerast ein betri leiðari og at Noma hevur tikið stig til at broyta mentanina.

– Eg geri mær greitt, at hesar broytingar ikki rætta fortíðina. Ein umbering er ikki nóg mikið. Eg taki ábyrgd av mínum egnu gerðum, skrivaði nú fyrrverandi Noma stjórin.

Jason Ignacio White hevur áður staðið á odda fyri fermenteringslaboratoriinum hjá Noma.

Hann hevur deilt søgur, sum eftir øllum at døma lýsa upplivingarnar hjá fyrrverandi starvsfólkum á matstovuni í Keypmannahavn, á síni Instagram-konto síðani februar.

 

/Ritzau/

 

Aktivistar frá felagsskapinum One Fair Wage og fyrrverandi starvsfólk hjá Noma mótmæltu á pop-up matstovuni hjá Noma í Los Angeles mikudagin. Sambært einum opnum brævi, sum fyrrverandi starvsfólkið Jason Ignacio White hevur deilt, krevja tey fund við leiðsluna. - Mynd: Apu Gomes/Ritzau Scanpix