Fyrrverandi ráðharrin í ukrainsku stjórnini, German Galusjenko, er handtikin, eftir at hann royndi at flýggja úr landinum. Hetta veit ukrainski stovnurin, Nabo, at siga, og Nabo er stovnurin, sum kannar mutur í Ukraina.
Í fjør heyst varð bústaðurin hjá fyrrverandi ráðharranum kannaður, og hann varð eisini koyrdur frá sum ráðharri í Ukraina. Tveir ráðharrar í ukrainsku stjórnini vórðu koyrdir frá í tí umfarinum, German Galusjenko, sum var løgmálaráðharri og táverandi orkumálaráðharrin, Svitlanu Hryntsjuk.
German Galusjenko var orkumálaráðarri, áðrenn hann í fjør summar gjørdist løgmálaráðharri.
Sambært ukrainskum miðlum er German Galusjenko undir illgruna fyri umfatandi mutur á orkuøkinum og ukrainski stovnurin, sum kannar mutur, heldur, at 100 milliónir dollarar - ella einar 646 milliónir krónur - eru hvítvaskaðar hjá almenna orkufelagnum í Ukraina, Energoatom.
Í dag veit so ukrainski stovnurin, sum kannar mutur, at siga, at fyrrverandi ráðharrin, hevur roynt at flýggja úr landinum, men er handtikin.











