Leivur Hansen, stýrisformaður í SEV
SEV og øll starvsfólk hjá Elfelagnum hava trygdina fremst í huganum hvønn einasta dag. Tí er tað syndarligt at síggja, hvussu fyrrverandi umboðsnevndarformaðurin, Hans Tausen Olsen, í síni persónsjagstran eirindaleyst heldur fram at sáa iva um alla trygdina í SEV. Eg fari eina seinastu ferð at svara hesum manni, hóast tað kann tykjast nyttuleyst
SEV og starvsfólkini hjá Elfelagnum hava alla tíðina trygdina í hásæti, og tey arbeiða ábyrgdarfult eftir ásettu trygdarforskriftunum. Eg kenni tað sum mína ábyrgd at verja starvsfólkini og SEV ímóti reingjandi herferðini hjá Hans Tausen Olsen, fyrrverandi umboðsnevndarformanni, sum ikki tænir nøkrum endamáli. Tú um tað, um tú heldur fram við tínum ósømiliga atburði og persónsjagstran. Eg ætli mær í øllum førum ikki at brúka meira tíð og orku saman við tær í bløðunum, og tí verður hetta seinasta svarið, hóast tað helst eisini er til fánýtis.
Tú setur í tínum lesarabrævi, 25. juni 2007, 10 spurningar, sum eg við hesum í stuttum svari. Eg svari teimum við virðing fyri Elfelagnum og starvsfólkum tess, hóast eg havi eina greiða fatan av, at tú bert skilir tað, tú vilt skilja - tað, sum er í samsvari við eina mynd, sum tú ynskir er veruleikin.
1. Kostnaðurin av oljudálkingini í Vági? Kostnaðurin er framvegis ikki endaliga uppgjørdur. Tað er rætt, at upphæddir sum 10 milliónir krónur hava verið nevndar. Streymgjaldarin hevur sjálvandi rætt at fáa hetta vita, men hann skal so sanniliga hava rættar upplýsingar, og so leingi endaliga uppgerðin ikki er liðug, so leingi fært tú ikki meg at seta endalig tøl á. Kostnaðurin verður býttur millum SEV og Tryggingarfelagið Føroyar.
2. Skaðin á tangagarðin kom í 1989, og hann er ikki umvældur eftir forskriftunum? Dømi um vantandi innaneftirlit? Sum nevnt seinast kann skaðin vera komin í 1989, og tað ber ikki til at siga við vissu, hvørt eitt innaneftirlit kundi funnið skaðan. Vit kunnu bert gita, og eg ætli mær ikki alment at seta fram gitingar, men tí fírir tú jú ikki fyri.
3. Hvør veitti trygd fyri tanganum í Vági? SEV hevur sambært øllum forskriftum havt alla orsøk at meta, at tangin var í lagi. Umvælingin var framd undir leiðslu av deildarstjóranum fyri framleiðsluni eftir ásettu forskriftunum.
4. Hvør hevði ábyrgdina av oljubunkringini? Svarið er tað sama sum seinast. Ein skrivlig avtala er gjørd millum oljufelagið og SEV um m.a. ábyrgdarbýtið undir bunkringum. Avtalan ásetir eisini mannagongdir, sum skulu fylgjast, og hesar vóru fylgdar út í æsir. Og lat meg so eisini endurtaka fyri tær, at ikki ein einasti dropi av olju lak út undir bunkringini. Lekin var í tanganum og ikki í bunkringarskipanini.
5.-7. Hvør hevði ábyrgdina av tangagarðinum, botninum í garðinum, av ventilinum og av nøgdunum, sum runnu út í Vágsfjørð undir bunkring? Enn einaferð, einki lak út undir bunkringini. Eg kenni ikki allar teir persónar í SEV, tú jagstrar, og eg ætli mær undir ongum umstøðum at hjálpa tær í tíni almennu persónsjagstran. Tí verður svarið um ábyrgdarbýtið tað sama sum seinast. Dagliga ábyrgdin av viðurskiftum í SEV kann eitt nú røkka frá verkmeistara, øðrum leiðarum umvegis deildarstjórar upp til stjóran og stýrið.
8. Hvussu stórar nøgdir runnu burtur? 2.508 rúmmetrar av tungolju á 53 hitastig, vóru pumpaðir úr skipinum. Óvissan er altíð stór um slík tøl, og tað er at kalla ógjørligt at koma til nakra endaliga, sanna uppgerð. Men tað er greitt, at millum 13 og 43 rúmmetrar runnu burtur. Av hesum endaði meginparturin seinni hjá IRF, og sostatt rann bert ein lítil partur út í Vágsfjørð. Tað kunnu vit m.a. takka fólki á staðnum fyri, tí tey bóru skjótt og væl at.
9. Hvussu nógv er náttúran skadd? Eins og eg vísti á í seinasta brævi, er SEV framvegis ikki rætti stovnurin at svara hesum spurningi. Tað eru aðrir myndugleikar, sum hava betri førleika at svara spurninginum.
10. Hvat kostar Kári Durhuus Elfelagnum, og hvat fekk hann í eyka samsýning, tá ið meirilutin í SEV-stýrinum skuldi varpast til hús? Kári Durhuus, journalistur og fjølmiðla- og samskiftisráðgevi, hevur eina ráðgevandi fyritøku, sum rágevur SEV í fjølmiðla- og samskiftisspurningum, eins og fyritøka hansara ráðgevur so mongum øðrum. SEV brúkar hesa fyritøku á sama hátt, sum SEV eitt nú brúkar advokatar, grannskoðarar, ráðgevandi verkfrøðingar o.s.fr. Fyritøkan hjá Kára Durhuus arbeiðir eftir vanligum ráðgevaprísum tíma fyri tíma. Kári Durhuus hevur ongantíð fingið nakra eyka samsýning frá SEV. Eg dugi ikki rættiliga at síggja, hvat fjølmiðla- og samskiftisráðgevin hevur við hetta málið at gera. Men eg havi hinvegin verið vitni til, hvussu illa tær hevur dámt, at Kári Durhuus á fundum í Elfelagnum hevur sett sera grundleggjandi og viðkomandi spurningar um framtíðina hjá SEV. Tað er helst orsøkin til, at hann eisini skal dragast inn í hetta málið.
SEV hevur gjørt nógv burtur úr opinleikanum seinnu árini, og tað myrkaspælið tú sipar til, kenni eg ikki. Hinvegin hevur SEV m.a. við nýggjari heimasíðu og við at seta í verk eina miðvísa samskiftistilgongd, sum fjølmiðla- og samskiftisráðgevin hevur havt um hendi, raðfest opinleikan frammarlaga. Tilgongdin byrjaði í smáum í august 2004, meðan tú vart umboðsnevndarformaður. Tá heitti SEV á ráðgevandi fyritøkuna hjá Kára Durhuus um at arbeiða fyri Elfelagið, og fjølmiðla- og samskiftisráðgevin kom sostatt ikki inn gjøgnum bakdyrnar.
Eg fari at enda mítt almenna brævaskifti við teg her, tí tað gagnar hvørki SEV ella starvsfólkunum. Tú skalt annars vera vælkomin at støkka inn á gólvið í SEV, tí vit hava nógv dugnalig starvsfólk, sum kunnu greiða tær nærri frá trygdini í Elfelagnum. Hav eitt gott summar.