Fyrst føroyskt, síðani enskt og danskt!!!

Endiliga ikki bæði danskt og enskt í 3. flokki!!!

Eyðun á Borg
fø.-, en.-, da.-lærari
?????

Eftir at eitt lesarabræv um enskundirvísing stóð í bløðunum í heyst, hevur landsstýrismaðurin við skúlamálum nú ætlanir um at byrja við enskum í 3. flokki í fólkaskúlanum.
Sum lærari í føroyskum, enskum og donskum havi eg nakrar viðmerkingar til hesar ætlanir:
Føroyingar duga væl danskt, hampiliga væl enskt, men ikki nóg væl føroyskt!!!
Sjálvur haldi eg tað vera rætt at styrkja/menna enskundirvísingina, men ikki soleiðis, sum landsstýrismaðurin ætlar. Bara at broyta tímatalvuna soleiðis, at vit fáa 1 ensktíma í 3. flokki og 2 ensktímar í 4. flokki, er ov lítið djarvt, ikki nóg hugflogsríkt!
Føroyingar duga ikki nógv væl føroyskt, m.a. av tí øgiligu ávirkan, danskt hevur í skúlanum og í samfelagnum annars!
Tað er skeivt og ørkyml-andi fyri næmingarnar at hava hasar dansktímarnar í 3. flokki! Næmingarnir eru ikki rættiliga komnir á lagið við at lesa og skriva føroyskt, tá vit byrja við donskum! Skulu vit nú í 3. flokki, aftrat tí danska, eisini hava enskt, áðrenn móðurmálið er grundfest, so geva vit vissuliga tí viðbrekna móðurmálinum eitt skot fyri bógvin.
Latið okkum heldur byrja varliga við enskum í 3. flokki og donskum í 4. flokki!!!
Fyri u.l. 10 árum síðani mælti ein meiriluti í Ráðlegginarnevnd Fólkaskúlans til at byrja við donskum í 4. flokki! Táverandi landsstýrismaður var ikki nóg djarvur at fylgja meirilutatilmælinum! (Ávísar ábøtur vórðu tó framdar).
Núverandi landsstýrismaður hevur møguleikan at gera eina broyting, sum kann gagna bæði fremmandamálinum og móður-málinum!
Best hevði verið, um okkara viðbrekna móðurmál var einasta mál, eisini í 3. flokki! Royndir benda eisini á tað. Kortini órógvar ein ensktími í 3. flokki sjálvsagt nógv minni, enn teir 3 dansktímarnir gera!
Enskt ávirkar ikki føroyskt á sama hátt, sum danska málið ger! Ein or-søk er, at enska málið ikki líkist so nógv føroyskum, sum danskt jú ger. Ein onnur orsøk er sjálvandi, at vit hava danskt rundan um okkum í nógv størri mun enn enskt (bøkur, bløð, sjónvarpstekstir o.s.fr.).

Enskt er fremmandamál í Føroyum, ikki danskt!!!
Onkur vil vera við, at børnini duga meir av enskum nú, enn tey gjørdu fyri nøkrum árum síðani (telda, sjónvarp o.s.fr.). Tað er óivað rætt, men sum ensk- og dansklærari havi eg varnast, at tað er sera stórur munur á danskkunnleikan-um og enskkunnleikanum hjá skúlabørnum. Í byrjanarundirvísingini kenna tey danskt næstan líka væl sum sítt egna móðurmál, meðan tað enska tykist meir fremmant!
Sum dansklærari í einum 3. flokki og ensklærari í einum 6. flokki ber væl til at staðfesta, hvussu stórur munurin er. Í 3. flokki tosa nógvir av næmingunum næstan flótandi danskt, áðrenn undirvísingin rættiliga er byrjað!
Í byrjanarundirvísingini í 5. flokki, harafturímóti, tykist enska málið munandi meir fremmant hjá næmingunum!

At byrja við donskum
í 4. flokki.
Undirritaði hevur ávísar royndir við at byrja við donskum í 4. flokki. Ein skúlaflokkur hjá mær byrjaði ikki við donskum í 3. flokki í 1996! Í staðin fyri danskt høvdu næmingarnir meir av føroyskum, tónleiki og evning!
Úrslit: tá hesir næmingar fóru úr fókaskúlanum, var miðalkarakterur teirra í munnligum og skrivligum donskum, hægri enn hjá næmingum, sum byrjaðu við donskum í 3. flokki! Sig so tað! So góðu skúlafólk og politikarar, stúrið ikki fyri danskkunnleikan-um!!!

Nær er frægast at byrja við øðrum málum?
Danskar royndarfrágreiðingar siga m.a., "at tað ikki loysir seg at byrja við fremmandamálum niðan fyri 5. flokk, og at undirvísing í fremmandamálum í hvussu so er ikki skal byggja á skrivaðan tekst fyrr enn aftan á 4. flokk, soleiðis at lesiførleikin fær frið at mennast á móðurmálinum, uttan at aðrir tekstir við øðrum orðamyndum ørkymla." (Kelda: "Tidligere engelskundervisning 1 og 2". Dansk Lærerhøjskole 1992).
Eftir hesum at døma eigur avgjørt okkurt at verða broytt í føroyska fólkaskúlanum. Vit kunnu ikki bara uttan mið og mál kroysta fleiri tímar inn í tímatalvuna uttan samstundis at gera broytingar í donskum!
Sum heild er tað skeivt at hava annað mál enn móðurmálið í 3. flokki (serliga í Føroyum við okkara viðbrekna máli, sum verður so nógv ávirkað av útlendskum, serliga donskum). Kortini hevði tað kanska ikki bilað við einum ensktíma í 3. flokki, treytað av, at danskt varð flutt upp í 4. flokk! (Misskiljið meg ikki! Sum norðulendingur og dansklærari haldi eg sjálvandi, at vit eisini skulu duga danskt bæði væl og virðiliga!)

Móðurmálsundirvísingin má mennast!!!
Støðan hjá móðurmálinum er avgjørt ikki nóg góð! Móðurmálskunnleiki er ein fortreyt fyri at duga onnur mál! Tí áttu landsins myndugleikar fyrst at hugsað um at ment móðurmálsfrálæruna í fólkaskúlanum.
Málkanningin viðvíkjandi móðurmálsførleikan-um hjá næmingum í mið-námsskúlunum vísir greitt, at okkara næmingar ikki duga nóg væl at skriva/ stava føroyskt!
Í bløðunum er tað næstan sjáldsamt at síggja eina grein ella eitt lesarabræv við ongum stavivillum ella málsligum villum!

Danskt "etur" føroyskt!!!
Tað er ikki bert í staving, at støðan er vánalig. Málburðurin er sanniliga heldur ikki nóg góður. Sum oftast er hann ávirkaður av donskum.
Dømi: Hoyrdi í sending í Útvarpinum: "Tað er simpulthen so skeg at prøva forskelligar forandringar við farvum!" Tú spyrt teg sjálvan: "Tosa vit danskt í Føroyum við onkrari føroysk-ari bendingarending?"
Í eini aðrari sending í Útvarpinum varð tosað um "sjálvupptikinheit, medlidinheit og uppmerksomheit", og í skúlahøpi varð tosað um, at "næmingarnir máttu stadigvekk hava forskellig behov dekkaði." Sjálvt um øll ikki eru so donsk í sínum talumáli, so er slíkur málburður als ikki óvanligur í Føroyum í dag. Vit eru so ávirkað av donskum, bæði gjøgnum eygað og oyrað, at fjøldin ikki stúrsar við av slíkum málburði. Niðurstøða: Mennið móðurmálsundirvísingina!!!

Vísdómsorð viðvíkjandi donskum í oddagrein í Dimmalætting.
Hugaligt at lesa 2 oddagreinir í Dimmalætting í heyst og aftur nú um ársskiftið. Dimmalætting spyr: "Hava vit ikki ov nógvar dansktímar í skúlanum? Dansktímarnir í føroyska skúlaverkinum verða brúktir til, ikki at venja málsliga førleikan, men meira at geva næmingunum innlit í alheims skaldskap. Fólkini innan føroysku skúlaskipanina áttu at kannað eftir, um føroysku skúlanæmingarnir ikki høvdu fingið nógv meira burturúr, um nakrir dansktímar vórðu tiknir av tímatalvuni fyri ístaðin at givið næmingun-um undirvísing í enskum máli."
Frálíkt, Dimmalætting! Við so víðum sjónarringi er kanska onkur glotti fyri framman. Føroyskt kundi møguliga fingið onkran tíma aftrat eisini!

Móðurmálstímar í skúlunum í Norðulondum.1. flokkur2. flokkur3. flokkur
Danmørk8-10 t.8-9 t.7-10 t.
Svøríki8-11 t.8-10 t.9-11 t.
Føroyar6-7 t.6-7 t.7 t.

Hetta vóru tølini fyri nøkrum fáum árum síðani. Tá vóru danir annars í ferð við at menna/økja sína móðurmálsundirvísing, so møguliga eru tølini í Danmørk hægri í dag!?

11- tøl í føroyskum, donskum og enskum
(tilvildarlig ár).

Allar Føroyar
Stílur (10. flokkur).
Føroyskt: 4 11-tølEnskt: 16 11-tølDanskt: 23 11-tøl


Fyrisøgn (9. flokkur).

Føroyskt: 15 11- tøl
Danskt: 69 11- tøl

Kelda: Landsskúlafyrisitingin

Tøl, ið tala!? Ja, alla aðrastaðni í heiminum høvdu slík tøl elvt til rembingar/broytingar, men í Føroyum!? Jú, vónandi!

Løgnar viðmerkingar til komandi lógaruppskotið viðvíkjandi enskum.
Ein viðmerking frá skúlamyndugleikunum: "Í flestu grannalondum okkara verður byrjað fyrr við undirvísing í enskum máli enn hjá okkum." Og hví man tað vera? Jú, grannalond okkara hava fyrst móðurmálið og síðani enskt sum fyrsta fremmandamál. Vit hava føroyskt og danskt (næstan á jøvnum føti) og síðani enskt sum 3. mál.
Ein onnur viðmerking frá skúlamyndugleikunum: "Tað fer ikki at órógva undirvísingina í føroyskum ella donskum, um byrjað verður við enskum í 3. flokki." Stutt og greitt! Jú, tað er vist, at tað fer, um tit ætla at hava bæði enskt og danskt í 3. flokki! Stutt og greitt!

Uppskot.
Vit flyta danskt úr 3. upp í 4. flokk. Teir 3 tímarnar, vit tá fáa til taks í 3. flokki, brúka vit soleiðis: 1 ensktíma og 2 føroysktímar. Úrslitið verður avgjørt gagnligt.

Nýggja fólkaskúlalógin skerdi tónleik/sang.
Tónleikurin varð skerdur, tá vit fingu nýggja fólkaskúlalóg! Tað var ein ódámlig og óskiljandi broyting. Eg ivist ikki í, at núverandi landsstýrismaður við skúlamálum tekur undir við at økja/menna tónleik/sang í føroyska skúlaverkinum.
Pisakanning fyri politikarar, fjølmiðlafólk, skúlafólk og embætisfólk!?
Nú verður nógv sagt og skrivað um eina sokallaða pisakanning fyri skúlanæmingar. Hevði tað ikki verið eitt gott hugskot at havt eina pisakanning um móðurmálskunnleika millum føroyskar politikarar, fjølmiðlafólk, skúlafólk og embætisfólk? Úrslitið hevði kanska fingið fleiri at raknað við!?
Við skúla- og málkvøðu

á Borg á Argjum á pálsmessu 2005