Fyrst hetja síðani bartrog

Lítið korter fyri dystarenda javnaði Súni Olsen fyri GÍ móti HB, men minni enn eitt minutt seinni varð hann sendur av vølli fyri hevnisøku. HB fekk størri rásarúm, fótaði sær og vann við vøkrum frísparksmáli

GÍ ? HB 1-2 (0-1)

1-0 Jón Rói Jacobsen 4.

1-1 Súni Olsen 32.

1-2 Pætur Dahl 43.


HB vann dystin í Gøtu sunnudagin, og skuldi nakar vinnari finnast, so var HB rætta liðið. Teir høvdu meira at bjóða upp á enn GÍ. At so Suni Olsen við sínum illa umhugsaða albógva móti andlitinum á Rúna Nolsøe, gjørdi tað lættari fyri HB, er so ein partur av søguni.

Satt at siga var dysturin í Sarpugerði í dag eitt vónbrot. Málið, sum HB fekk tíðliga í dystinum, tók beinini undan GÍ, sum ikki fótaði sær fyrr enn langt inn í fyrra hálvleik. Í seinna hálvleiki var spælið heldur betri, men kortini var ongantíð talan um nakran góðan dyst.


Sunvard dýrur

Lassin Isaksen hevði gott og væl sett dystin í Gøtu í gongd, tá havnarmenn fingu nakað at fegnast um. Ein bóltur varð sendur móti málinum, sum Sunvard ikki megnaði at halda. Bólturin datt fyri føturnar á Jón Róa Jacobsen, sum ikki ivaðist, og so var HB á odda 1-0.

Talan var um eitt dropp av teimum stóru, og tað er eingin ivi um, at Sunvard verður noyddur at taka málið upp á sín kappa.

Um tað var skelkurin av málinum, sum gjørdi, at GÍ ikki kom fyri seg, er ikki gott at vita, men veruleikin er, at meginparturin av fyrra hálvleiki varð brúktur til at sparka bólt, heldur enn at spæla bólt. Ikki fyrr enn ímóti endanum av fyrra hálvleiki fekk GÍ rímiligt skil á spælinum afturi á vøllinum. Har frammi vóru teir lítið vandamiklir.

Spælið hjá HB var lítið mætari, tí tað gekk meiri enn striltið at fáa nakað skilagott burturúr álopsspælinum. Einu ferðina var tó líka við, men málskjúttin, Jón Rói, var ikki nóg kaldur, í avgerandi løtu.

Rumenski miðvallarleikarin, Gigi, hevði eisini ein møguleika í fyrra hálvleiki, men vinkulin var spískur, og tí spurdist einki burturúr tí møguleikanum. Kortini skal Gigi eiga tað rós hann hevur uppiborið fyri ein framúr góðan arbeiðsvilja. Hann var allastaðni og er ein sannur fongur fyri HB.


GÍ betri við

Tá seinni hálvleikur byrjaði sást, at GÍ hevði fingið boð um at leggja størri trýst á HB. Teir vóru nógv meira uppsettir enn teir vóru í fyrra hálvleiki, og teir otaðu seg longur fram á vøllin.

Kortini gav hetta ikki stórvegis úrslit, tí tá teir nærkaðust trevjaði HB verjan spælið upp. Teir høvdu kanska lættari arbeiði enn neyðugt, tí spælið hjá gøtumonnum var í so einfalt. Ikki tí, gøtumenn royndu at byggja upp um kantarnar, men tað vildi ikki, sum teir sjálvir vildu. Tá bólturin varð spældur innfyri, var eingin at taka ímóti, um bólturin í heila tiki kom innfyri.

Men brádliga bragdaði. Tá góðir tríati minurttir vóru leiktir av seinna hálvleiki fekk GÍ eitt innkast í høgra borið. Bólutin varð tveittur langt inn í brotsteigin, har ein HB-verjuleikari fekk krúllin á. Bólturin endaði hjá Súna Olsen, sum royndi tvær ferðir áðrenn tað eydnaðist.

So var 1-1 og nú væntaðu tey flestu, at GÍ fór at seta seg á dystin. Men gleðin var stokkut.


Súni sá reytt

Stutt eftir at GÍ hevði javnað, bardi Súni Olsen seg til bóltin á miðjuni. Hann troðkaði seg ? lógliga ? til bóltin, men tað vildi Rúni Nolsøe ikki lata sær lynda. Hann tók í Súna og helt fast. Tá var tað, at Súni svingaði albogan móti Rúna, sum legði seg alt fyri eitt. Um hann varð raktur ella ikki, skal vera ósagt, men gerðin var til eitt reytt kort, og tað fekk hann.

Hinvegin er spurningurin um Lassin Isaksen ikki gjørdi ein feil við at lata Rúna sleppa snikkaleysan. Hann forðaði Súna at sleppa avstað við bóltinum, og rættast hevði uttan iva verið at givið honum gula kortið fyri tað.

Gerðina hjá Súna skal einki sigast um, uttan tað, at hann var hetja ta einu løtuna, fyri at verða bartrog løtuna eftir.

Við útvísingini misti GÍ taki á HB, sum eftir stuttari løtu bardi seg innaftur í dystin.

Og Rúni var ikki liðugur enn. Tríggjar minuttir fyri leiklok vann hann HB fríspark beint uttanfyri GÍ brotsteigin. Gøtumenn settu upp múr, men tað legði innskifti Pætur Dahl lítið í. Hann meddaði eftir málinum, og sendi bóltin beina leið í meskarnar og so var HB aftur á odda, og hesaferð helt leiðslan.

Samanumtikið kann sigast, at HB vann ein ikki serliga væl leiktan dyst, sum fyri tað mesta gekk fyri seg á miðjuni, uttan teir heilt stóru vandamiklu møguleikarnar. Av teimum, sum vóru átti HB teir flestu, og tí var tað á góðari leið, at havnarmenninir vóru avstað við stigunum.h;llum mismuni millum einstaklingar og stættir.

Ein sjálvsagdur táttur í hesum stríðnum fyri samfelagsligum frælsi er at vit tjóðskaparliga eisini vilja standa á egnum beinum, at vit gerast búskaparliga sjálvbjargin og eisini ráða okkum sjálvi til fulnar - so vit sum búgva í hesum landi, og ongin annar, skulu ráða fyri, hvussu vit skipa okkara samfelag.. Men vit ásanna, at vit hava ídag ikki allar tær búskaparligu og fyrisitingarligu fortreytir sum skulu til, og tí er fyrsta stigið, at vit miðvíst fara eftir at útvega okkum tær, at vit nú fara at leggja grundarlagið, sum einar frælsar Føroyar kunnu standa á. Javnaðarflokkurin loypir ikki eftir einum fullveldi, sum búskaparligt og fyrisitingarligt grundarlag ikki er undir, og sum vit skulu gjalda fyri við skerdum samfelagsligum frælsi.

Jú, eg haldi tað er so náttúrligt, at ein sosialistur og sjálvstýrismaður hoyrir heima í Javnaðarflokkinum. Tá eg svaraði Manna síðst, vísti eg á, at tað hava verið gjørdar fleiri royndir at skipa politiskar flokkar vinstrumegin Javnaðarflokkin, sum tó allar eru so syndarliga miseydnaðar. Mín niðurstøða av hesum royndum var, at tað neyvan fer at verða rúm og vónandi heldur ikki neyðugt við nýggjum vinstraflokki. Tað er mín sannføring, at tey vinstrahallu sjónarmiðini skulu kunna rúmast í og vera ein partur av tí føroyska Javnaðarflokkinum. Tað var m.a. út frá hesi greiðu fyritreyt at eg á vári 1998 játtaði at fara uppí og stilla upp fyri Javnaðarflokkin.

Eg havi eisini sannað, nú meir enn tvey ár eru farin, at tað er hugsjónarliga rúm í Javnaðarflokkinum, her er vítt til veggja, ofta í sera lívligum og hvassum orðaskifti, um sosialismu og sjálvstýri, um neyðsemjur í gerandisdegnum og um politiskar hugsjónir. Men eg skal viðganga, at eitt mál hevur lagt seg tungt yvir alt og troðkað øll onnur spennandi mál til viks - tað er hetta stríðið um fullveldi ella sjálvstýri. Tí eri eg ein teirra, sum gleði meg til vit hava fingið lagt tað afturum, og tað aftur verður møguligt at viðgera verulig samfelagsmál, uttan at støðutakanin í hesum stríðnum skal forða fyri samstarvi millum teir flokkar, sum annars áttu at staðið saman, nevnliga Javnaðarflokkin og Tjóðveldisflokkin.


Hans Pauli Strøm,

javnaðarmaður