Fyrst í bað í 15 minuttir og síðani 45 minuttir í turkimaskinu

Tað man verða ein løgin kensla at sita í einum baðikarið á torginum í SMS, ein fríggjadag seinnapart, og so í fullari »mundering«. Men so fært einar buksur, sum eru sum gjørdar til tín

Tað var onkur, sum støkk inn á gólvið í SMS í gjár, sum helt at hann var gingin skeivt.

Á einum palli á torginum, sat ein ungur maður í einum baðikarið; í klæðum.

Men, tað var skil í galskapinum, hóast alt.

Tað er handilin Deres, sum á henda hátt, bjóðar kundum sínum at fáa sínar heilt persónligu »cowboy«-buksur.

Lars Müller sigur, at hetta tiltakið hevur verið kring alt Europa og skal til Íslands, tá liðugt er í Føroyum.

Tað gongur soleiðis fyri seg, at tú letur teg í einar buksur, sum bæði eru ov síðar og ov víðar. Síðan setur tú teg í baðikari í eitt korter, og haðani í eina turkimaskinu í 45 minuttir.

Tá hetta er gjørt hevur tú einar buksur, sum sita sum stoyptar uppi á tær.

Tó so, tær nýtist ikki at gera hetta á torginum í SMS. Tú kanst eins væl gera tað heima. Men, far tá ikki í turkitrumluna. Hang buksurnar at turka, og brúka tær í eina viku uttan vask, so sita tær sum tær skulu.

Undirtøkan til hetta forkunnugað tiltak, var stór í gjár, og hevur tú hug at royna tað, er møguleiki til tað í dag.

Buksurnar eru uppá tilboð í sama sambandi