Fyrst kaldari so lýggjari aftur

Eitt lágtrýst beint í ein landsynning úr Føroyum fer í ein landsynning og síðani kemur køld luft við vetrarælum yvir landið av norðri. Leygardagin fer ein hátrýstsryggur framvið av vestri, áðrenn lýggjari luft nær okkum av útsynningi.

 

Í dag

Stívt andøvsgul upp í hvassan vind av landnyrðingi, 10 til 15 m/s. Út á dagin makar hann vindin í andøvsgul upp í ein strúk av norðri, 8 til 13 m/s. Samdrigið og ælaveður, møguliga vátaslettingur ella kavi. Hitin millum 2 og 6 stig, í nátt millum frostmarkið og trý stig.

 

Í morgin

Andøvsgul upp í ein strúk í vindi av norðri, 8 til 13 m/s, sum út á dagin makar í gul til stívt andøvsgul, 5 til 10 m/s. Samdrigið og vátaslettings- ella kavaæl. Hitin millum frostmarkið og 4 hitastig, um náttina millum 3 kuldastig og 3 hitastig.

 

Leygardagin

Gul til stívt andøvsgul av norðri, 5 til 10 m/s, sum makar niður í eitt lot av útnyrðingi og vestri, 2 til 6 m/s. Yvirhøvur turt og út á dagin sólglottar, seinni fyri tað mesta skýggjað. Hitin millum frostmarkið og 4 hitastig. Um kvøldið øtlar hann vindin av suðri í andøvsgul upp í ein strúk í vindi, 8 til 13 m/s. Tað verður skýggjað og út móti morgni fer at regna. Hitin millum 2 og 6 stig.

 

Sunnudagin

Andøvsgul upp í ein strúk í vindi av suðri, 8 til 13 m/s, út á dagin støkkur hann vestur um. Fyrst skýggjað og regn, seinni klárar í og okkurt æl. Um náttina lækkar hann í ein útsynning og øtlar í gul til stívt andøvsgul, 5 til 10 m/s. Skýggjað, men yvirhøvur turt. Hitin millum 3 og 8 stig.

 

Mánadagin

Gul til stívt andøvsgul av útsynningi, 5 til 10 m/s, sum øtlar í andøvsgul upp í ein strúk, 8 til 13 m/s, og út á dagin stívt andøvsgul upp í hvassan vind, 10 til 15 m/s. Skýggjað og támut og regn av og á. Hitin millum 7 og 10 stig.

 

Týsdagin

Stívt andøvsgul upp í hvassan vind av útsynningi, 10 til 15 m/s, sum makar í gul til stívt andøvsgul, 5 til 10 m/s. Skýggjað og stundum regn, men út á dagin klárar í og okkurt æl. Hitin millum 7 og 10 stig, um náttina millum 3 og 7 stig.