Bæði løgmaður og varaløgmaður hava seinastu vikuna endurtikið, at fólkaatkvøða skal verða, um loysing skal takast ella ikki. Men ikki fyrr enn allar fíggjarligar bindingar eru burtur og heimastýrislógin tømd! Men tá er skaðin longu hendir!
Seinastu vikuna hava bæði løgmaður og varaløgmaður endurtikið í fjølmiðlunum, at fólkaatkvøða skal haldast, um loysing skal takast ella ikki. Løgmaður sigur, at fyrst skulu allar fíggjarligar bindingar Føroya og Danmarkar millum burtur, og varaløgmaður sigur, at heimastýrislógin fyrst skal tømast!
Dýrar yvirtøkur
Men hvat merkir hetta í veruleikanum? At allar fíggjarligar bindingar fyrst skulu burtur kann ikki merkja annað enn, at øll mál, sum ikki beinleiðis eru tengd at loysingini, fyrst skulu yvirtakast við teimum útreiðslum, hetta førir við sær. Tað sama merkir ein tøming av heimastýrislógini.
Longu nú síggjast avleiðingarnar av blokkniðurskurðinum, sum ikki eingang stavar frá veruligum yvirtøkum, men bert frá yvirtøku av kostnaðinum av umsiting, sum vit í veruleikanum høvdu framman-undan.
Fíggjarlógin hongur
ikki saman
Stríð er í samgonguni, tí fíggjarlógin ikki fæst at hanga saman og tað í eini tíð, har vit framvegis eru á búskaparliga aldutoppinum:
?tey gomlu fáa ikki ta røkt, teimum tilkemur
?skorið verður í stuðlinum til uppihaldspening
?barsilsskipanin verður amputerað
?Sjúkrahúsini fáa ikki nóg mikið av peningi til viðlíkahald
?sjúkraviðgerð uttanlanda verður avmarkað
?apopleksi- og afasiraktir sjúklingar fáa ikki nøktandi viðgerð
?kommunurnar fáa álagt alt fleiri ábyrgdarøkir og í fleiri førum uttan endurgjald
Forkoma vælferðini og rættartrygdini
Alt hetta merkir, at vælferðin longu er skerd munandi, og framhaldandi yvir-tøkur koma skjótt at forkoma allari vælferð, vit eru von við, og sum tey allar-flestu av okkum vilja varð-veita. Og alt fleiri og fleiri tekn eru í sól og mána, at samgongan ikki fýrir fyri at skerja rættartrygd okkara, so vit at enda sita eftir við ongari vælferð og ongari rættartrygd.
Tá ið henda støða er íkomin, ja tá skulu vit sleppa at siga okkara hugs-an, um vit vilja hava loys-ing ella ikki!
Virða ikki fólksins vilja
Sig mær, hvat billa løgmaður og varaløgmaður sær inn? Virða teir ikki Føroya fólk og tess vilja? Teir tordu jú ikki at hava fráboðaðu fólkaatkvøðuna av ótta fyri, at fólkið skuldi siga sína hugsan og kolldøma hesa vanlukkuætlan. Og nýggjasta veljarakanningin átti at fingið onkra klokku at ringt hjá hesum báðum garpunum, so teir viðurkendu, at teirra ætlan ikki hevur hald millum Føroya fólk.
Vóru teir tað minsta at sær komnir, spurdu teir fólkið fyrst, um vælferðin og rættartrygdin skuldi ofrast á fullveldisaltarinum ella ikki. Hetta hevur Sambandsflokkurin m.a. skotið upp, men nei.
Bert Sambandsflokkurin kann steðga galskapinum
Tí er bert at vóna, at løgtingsval verður útskrivað, áðrenn sitandi samgongu eyðnast at jarðleggja okkara samfelag, og at Sambandsflokkurin fær ta neyðugu undirtøku, ið skal til fyri at steðga galskapinum. Javnaðarflokkurin sigur seg jú hava yvirhálað fullveldissamgonguna, so haðani er ikki nógv at vænta sær.