Í kvøld spælir Páll Finnur Páll sína fyrstu almennu konsertin í Føroyum í ár.
2. páskakvøld er eitt veitslukvøld, og tað merkir millum annað, at Rex verður karmur um fyrstu almennu konsertina í ár við Páll Finnur Páll.
Seinastu árini hava nakrir at monnunum í Páll Finnur Páll verið í
Danmark í lestrarørindum, og spæla teir sostatt næstan bara um summarið og á jólum. Seinastu fleiri árini hava teir spælt í Rex, tá ið teir eru
heima og soleiðis er eisini nú á páskum.
-Teir hava á páskum spælt til eina privata veitslu í Rex, sum bleiv útseld eftir fáum tímum so spennandi er at vita hvussu verður í kvøld, sigur Rúni Djurhuus.
Tað er í kvøld á midnátt, at Páll Finnur Páll trína á pallin í Rex.