Fyrsta altjóða kvinnukappingin í Føroyum

Kvinnufótbólturin fer í hesi vikuni at seta dám á í Gundadali

Hvørja ferð altjóða kappingar eru á skránni í Føroyum, síggja tey í FSF tað soleiðis, at talan er um eina staðfesting av, at UEFA og FIFA rokna føroyskan fótbólt sum eitt limaland á hædd við øll onnur limalond.

Í dag verður hetta ivaleyst tikið sum ein sjálvsagdur lutur, men hetta hevur ikki altíð verið so. Tað eru bara tólv ár síðani, at eitt langt og drúgvt stríð endaði við, at Føroyar vóru góðtiknar sum limur í FIFA og seinni í UEFA. Og tað eru bara níggju ár síðani, at føroyska a?landsliðið ikki fekk loyvi at spæla heimadystirnar í EM undankappingini í Føroyum.

Síðani í 1992 hevur heimavøllurin hjá a-landsliðnum verið í Føroyum. Hetta sama árið luttóku feløgini fyri fyrstu ferð í Europa Cup, og síðani tá hava nógvir landsdystir og aðrir altjóða dystir verið í Føroyum.

Í løtuni er einki a?landslið í kvinnufótbólti. Liðið luttók í EM undankappingini, sum var í 1995 og í 1996. Síðani hevur einki verið gjørt við a?landsliðsarbeiðið, og í løtuni hevur Fótbóltssambandið ongar ítøkiligar ætlanir um at fara uppí aftur EM undankappingar.

Síðani 1997 hava Føroyar tikið lut í u?18 kappingum fyri kvinnur. Tað hevur kenst eitt sindur tvørligt, at kappingarnar hava verið so seint á árinum ? tær hava verið í november og tískil langt aftaná at landskappingarnar í Føroyum vóru loknar.

Tey seinnu árini hava unglingarnir á mannfólkasíðuni fleiri ferðir kappast heima á landi. Bæði í NM kappingum og í EM undankappingum. Kappingin, sum í hesum døgum er í Gundadali, er tann fyrsta altjóða kvinnukappingin av hesum slagi. At Føroyar hava fingið litið í hendur at skipa fyri kappingini, verður tikið sum eitt herðaklapp og ein álitisváttan frá UEFA, og vit skulu nýta høvið at ynskja øllum eina góða kapping.


Skráin

Mánadagin 10. juli

kl. 14.30Ukreina?Skotland

kl. 17.00Sveis?Føroyar


Mikudagin 12. juli

kl. 15.00Ukreina?Sveis

kl. 17.00Skotland?Føroyar


Fríggjadagin 14. juli

kl. 17.00Skotland?Sveis

kl. 17.00Føroyar?Ukreina




Álvur kennir allar genturnar


Venjarin hjá føroyska u?18 landsliðnum, sum í hesi vikuni er vertur í EM undankapping, hevur fingist meiri við kvinnufótbólt enn nakar annar føroyingur

Tað man neyvan vera nakar ivi um, at tann, sum veit mest um føroyskan kvinnufótbólt, og sum harvið kennir alt til fótbóltsligu dygdirnar hjá spælarunum, sum í hesi vikuni stríðast í Gundadali, er Álvur Hansen. Hann hevur verið landsliðsvenjari síðani 1997, hann hevur samband við allar venjararnar í feløgunum, og hann veit, hvussu nógv tað verður gjørt við venjingina í øllum feløgunum.

Um Álvur skuldi havt nakran kappingarneyta í innliti í kvinnufótbólt, so hevði tað verið Jón Harald Poulsen, sum er hjálparvenjari hjá u?18 kvinnulandsliðnum. Jón Harald hevur í mong ár verið venjari hjá KÍ kvinnunum, og longu í 1993 var hann venjari hjá a?landsliðnum. Á heimavølli stóðu tær seg væl ímóti einum týskum úrvalsliði, sum vann 1?0 bæði í Klaksvík og í Havnini.

Arbeiðsumstøðurnar gera, at Jón Harald er ikki so nógv uppií nú, sum hann onkuntíð hevur verið. Men hann hevur kortini ábyrgdina av KÍ kvinnunum, sum næstsíðsta sunnudag vunnu løgmanssteypið.


Virkin venjari

Álvur Hansen hevur umframt í fótbóltinum eisini verið aktivur í flogbóltinum. Í 1989, tá hann var 22 ára gamal, varð hann valdur til formann í Flogbóltssambandinum, og ta uppgávuna røkti hann í fýra ár.

Í 1987 gjørdist Álvur fyrstu ferð venjari hjá einum gentuliði. Tað var í barndómsfelagnum ÍF, har hann vandi tær 12?14 ára gomlu. Tað vóru hesar genturnar, sum í 1991 vunnu fyrsta og higartil einasta FM í bestu kvinnudeildini til Fuglafirðar.

Í 1992 vandi Álvur kvinnurnar á Skála, sum vunnu bæði landskappingina og steypakappingina. Í 1993 fór hann til Esbjerg at læra til fysioterapeut, og síðani 1995 hevur hann verið knýttur at kvinnufótbóltinum, umframt at hann hevur verið fysioterapeutur bæði hjá GÍ og onkuntíð hjá landsliðnum á mannfólkasíðuni.

Álvur var hjálparvenjari, tá Páll Guðlaugsson í 1995 og í 1996 hevði ábyrgdina av kvinnulandsliðnum, og síðani 1997 hevur hann havt ábyrgdina av u?18 kvinnunum, umframt at hann hevur verið venjari á Skála, har hann býr, og í Gøtu, har hann í ár hevur ábyrgdina av besta liðnum.


Jarðbundin

Tá vit spyrja Álvur, hvat hann væntar av EM undankappingini, so staðfestir hann, at føroysku kvinnurnar hava vant dúgliga uppundir kappingina. Men hann roknar við, at tað verður torført at røkka upp í toppin. Álvur heldur, at Sveis hevur eitt gott lið, meðan hann veit minni um skotska liðið. Føroyar megnaðu javnleik móti Ukreina í fjør. Álvur roknar við, at tað verður torført at røkka so góðum úrsliti hesa ferð, men tað skal standa sína roynd.

Álvur vil ikki taka nakað frá gentunum, sum hesa ferð umboða Føroyar. Men hann harmast um, at tað eru fleiri, sum høvdu havt góðan møguleika at styrkt um liðið, men sum ikki leggja í at spæla á landsliðnum. Onkur tekur hondbóltin so nógv framum, at hon ikki tímir at venja fótbólt, og onkrar aðrar hava heldur valt at fara í heitari lond at sóla sær, heldur enn at spæla landsdystir í EM undankappingini.

Tað tykist ofta vera torført at fáa hagtøl um altjóða kvinnufótbólt til vega. Álvur fylgir væl við, og hann greiðir okkum frá, hvussu hann fær hagtølini:

? Tá vit fyrstu ferð tóku lut í U?18 EM undankappingini í 1997, møtti eg einum eingilskum tíðindamanni, sum hevur tað sum sína sergrein at skriva um altjóða kvinnufótbólt. Hann hevur síðani sent mær øll úrslit, og afturfyri havi eg sent honum úrslitini og hini hagtølini yvir teir dystirnar, sum vit hava spælt.


Yvirhálað

Tá vit spyrja Álvur, hvussu føroyski kvinnufótbólturin stendur seg nú sammett við í 1997, tá u?18 landsliðið fyrstu ferð tók lut í EM undankappingini, so svarar Álvur soleiðis:

? Luttøkutalið er vaksið ótrúliga nógv. Bæði tí áhugin fyri kvinnufótbólti er øktur kring Europa, og tí at so nógv nýggj lond hava sæð dagsins ljós. Nú luttaka 32 lond í kappingini. Vit vóru tíðliga uppií, og í 1997 vórðu vit flokkað í næstovasta styrkisbólkinum. Tað eru vit ikki longur, staðfestir Álvur Hansen, sum harvið ásannar, at menningin í nógvum av londunum, sum nú eru uppi í kappingini, hevur verið størri, enn hon hevur verið í Føroyum.

jh