TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr fjórðu samrøðuna reportarin hjá Rás2, Vilmund D. Jacobsen gjørdi í sendingini "Bátaradio" á Rás2 seinnapartin, har sent verður frá Bátastevnuni í Vestmanna.
Vilmund D. Jacobsen prátaði við Róa á Rógvu Joensen, ið saman við konuni, Kristinu flutti til Vestmanna fyri stuttum.
Rói á Rógvu Joensen greiðir frá, at vestmenningar vóru eitt lítið sindur trekir at læra at kenna allarfyrstu tíðina, men tað gekk ikki long tíð so møttu Rói og Kristina nógvum vinsemi í bygdini.
Rói á Rógvu Joensen er granni við borgarstjóran, Paula T. Petersen og hetta er fyrstu ferð, at hann er við til Bátastevnuna í Vestmanna.