Eftir smáar fýra tímar í luftini, slepst nú frá amerikanska stórbýnum New York til heimsins størstu oyggj, Grønland, eftir at ein nýggj flogleið alment er tikin í nýtslu í dag.
Klokkan 18:45 grønlendska tíð - 20:45 okkara tíð - lendir fyrsta beinleiðis rutuflogfarið frá flogvøllinum í Newark á nýggja altjóða flogvøllinum í Nuuk.
Í morgun eru bara nøkur fá tøk pláss eftir í flogfarinum, stendur á heimasíðuni hjá flogfelagnum.
Nýggja rutan, sum skal hava tvær ferðir um vikuna fram til september, fer væntandi at økja talið av vitjandi í Grønlandi "munandi".
Tað sigur grønlendski ferðavinnufelagsskapurin Visit Greenland í skrivligum svari til Ritzau.
- Okkara kanningar hava víst, at ein tann størsta avbjóðingin hevur verið, at Grønland varð fatað sum trupult at koma til. Tað er nú nógv lættari at koma hagar, og tað er ein greiður fyrimunur - bæði fyri samfelagið og fyri tey ferðandi.
Jens Lauridsen, stjóri í Grønlendsku floghavnunum, kallar dagin fyri "søguligan".
- Vit eru stolt av at hetta hevur eydnast, og at vit nú lata dyrnar upp til heimin og til nýggjar møguleikar fyri borgarar, vinnulív og alt Grønland, sigur hann við miðilin Check-in.dk.
United Airlines fer væntandi at brúka Boeing 737 MAX-8 flogfør hjá felagnum við plássi til 168 ferðafólk.
Fráferðin leygardagin er næstan fullsett, stendur á heimasíðuni hjá United Airlines. Í morgun vóru 14 tóm pláss eftir á fráferðini, stendur á heimasíðuni hjá flogfelagnum.
Nýggi flogvøllurin í Nuuk fekk fyrstu beinleiðis flogferðina úr Danmark í november í fjør.
Ferðin millum Keypmannahavn og Nuuk tekur slakar fimm tímar og hevur gjørt tað lættari at koma til høvuðsstaðin í Grønlandi. Frammanundan kravdi tað ein steðg í Kangerlussuaq, Søndre Strømfjord.
Flogvøllurin, sum er ein av størstu undirstøðukervisverkætlanunum í kongsríkinum seinastu árini, hevur verið raktur av nógvum trupulleikum á vegnum.
Tað hevur verið ein drúgv tilgongd at gera nýggja flogvøllin og fáa nýggju 2.200 metra flogbreytina góðkenda.
Men við nýggju lendingarbreytini, sum fyrr var 950 metrar, í nýtslu, ber til fyri fyrstu ferð hjá grønlendska høvuðsstaðnum at taka ímóti størri flogførum beinleiðis úr Keypmannahavn, Evropa og restini av heiminum.
/Ritzau/