Fyrsta bókaframløgan í Varpinum

Í dag verða tvær bøkur lagdar fram í mentanarhúsinum í Klaksvík

Leygardagin klokkan 15 verður fyrsta bókaframløgan í Varpinum í Klaksvík.

 

Tá verða tvær barnabøkur, sum faðir og dóttir hava skrivað, lagdar fram.

 

Steintór Rasmussen hevur skrivað bókina "Ommusa omma", og Rakul Ró Steintórsdóttir hevur skrivað "Sólja og Súla á sólferð".

 

Á tiltaknum í Varpinum verður móttøka við sangi, upplestri og ymiskum jólahugna, har høvundarnir eru í jólahýri. Møguleiki verður at keypa nýggju bøkurnar fyri serprís.