Fyrsta charter-flogfarið

Fyri fyrstu ferð nakrantíð er eitt fullsett charter-flogfar komið til Føroya, og talan er samstundis um størsta ferðafólkaflogfar í Føroyum nakrantíð

Beint eftir midnátt í fyrrakvøldið lendi higartil størsta ferðafólkaflogfar nakrantíð á flogvøllinum í Vágum. Tað var eitt Airbus A320-flogfar frá felagnum SmartLynx Estonia við 180 ferðafólkum, sum steðga í Føroyum í fimm dagar og fara avstað aftur týsdagin.

- Hetta er fyrsta chartar-flogfar av hesum slagi í Føroyum, men eg vænti, at hetta verður bara tað fyrsta av fleiri, sigur Jákup Sverri Kass, stjóri í Vága Floghavn.

Fyri góðari viku síðani var eitt Airbus 320-flogfar hjá Lufthansa eisini í Vágum, og tað var fyrstu ferð, at eitt so stórt Airbus-flogfar setti seg á flogvøllinum, men í mun til hetta, var tað tómt fyri ferðafólk, tí talan var um ein royndartúr.

Trýst á pílin undir myndini fyri at hoyra samrøðu við Jákup Sverra Kass.