? Grundin til, at vit ikki eru komin út við eini fløgu fyrr enn nú er, at vit hava hvørki havt pening ella umstøður til tess, sigur annar av gittarleikarunum í Clickhaze, Jón Tyril.
Tey trý løgini, sum eru upptikin í studio var vinningurin frá Prix Føroyar kappingini í 2001, og tóku tey eina viku at taka upp. Síðani er arbeitt víðari við teimum bæði í Føroyum og Danmark. Óli Poulsen hevur mixað løgini í Fix-N-Mix Studio. Live-løgini eru upptikin á Prix Føroyar 2001 í Norðurlandahúsinum, og hevur Finnur Hansen í útvarpinum mixað tey løgini.
Fyri framman hjá bólkinum er skráin long. Nú í juni og juli mánaða skulu tey spæla á Roskilde Festivalinum, Nibe Festivalinum og Midtfynsfestivalinum. Í august mánaða gongur leiðin til Grønlands og í oktober mánaða skulu tey spæla í Noregi.
? Fløgan ger tað lættari hjá okkum at gera vart við okkum uttanlands, sigur Jón Tyril.
? Soleiðis kunnu vit eisini leggja okkurt eftir okkum, sum fólk kunnu lurta eftir.
Í gjárkvøldið skuldi vera útikonsert í Runavík saman við Týr og Diatribes í sambandi við eystanstevnuna, og varð hetta sostatt fyrsta konsertin aftaná fløguútgávuna.