Fyrsta føroyska felagið á altjóða virðisbrævamarknaðin

Føroya Kolvetni fyrireikar seg sum fyrsta føroyska felagið nakrantíð at fara á børsin í London at fíggja sítt framtíðar virksemi. Ætlanin er at selja partabrøv fyri 180 mill. kr.

Oljufelag og partapeningur
Tað er ikki bert úti í tí stóru verð, at hendingarnar í New York tann 11. september hava havt sína ávirkan. Í sambandi við verkætlaninar, sum Føroya Kolvetni hevur saman við Agip á føroyskum øki, var felagið í ferð við at fremja eina partapeningahækkan. Henda skuldi fara fram á AIM (Alternative Investment Market), á London Stock Exchange í seinra helmingi av oktober mánaða 2001. Henda stóra verkætlan varð løgd til rættis saman við stóra enska íløgubankanum Old Mutual Securities í London, sum frammanundan hevur verið við til at vegleiða fleiri onnur oljufeløg í at fáa fatur á altjóða partapeningi.

Síðsta hond varð løgd á fyrireikingarnar, og alt var klárt; men fíggjarmarknaðurin var sum lammaður eftir hendingarnar tann 11. september, so eftir ráðum frá serfrøðingum á økinum varð avgjørt at útseta ætlanina, til marknaðurin aftur varð til reiðar. Mett varð at fíggjarmarknaðurin kemur aftur í rættlag fyrsta ársfjóðring 2002.

Sosialurin hevur spurt seg fyri hjá felagnum, hvussu verður við umrøddu partafelagstekning. Graham Stewart, nevndarformaður sigur við blaðið, at ætlanin er at selja partabrøv fyri upp ímóti 15 mill. pund ella umleið 180 mill. kr, fyri at felagið kann fíggja sin part av útreiðslunum í sambandi við verkætlaninar. Føroya Kolvetni hevur í dag 7% av tveimum føroyskum leitiloyvum saman við Agip, ið hevur hini 93%, men hevur avgjørt at brúka sína optión og fara upp til 22%.

Graham Stewart upplýsir, at arbeiðið við at leggja til rættis hesa partabrævahækkan hevur verið spennandi men ikki uttan trupulleikar, av tí at føroysk og ensk fíggjar- og lógarumhvørvi skulu samskipast í eitt prospekt til møguligar íleggjarar. Føroya Kolvetni hevur tí eisini fylgt væl við í málinum um tann føroyska partabrævamarknaðin, sum tað vónar kemur at virka í vár. Ætlanin er, at partabrøv hjá Føroya Kolvetni skulu kunna keypast og seljast á hesum marknaði, so skjótt sum hann er klárur. Higartil hevur felagið einar 200 føroyskar íleggjarar.