Sum fyrsta fyritøka í Føroyum hevur Føroyaprent fingið svanamerkjagóðkenning. Hetta varð hátíðarhildið á Føroyaprent hósdagin 21. februar við røðum og við at umboð frá Norðurlendsku Umhvørvismerkingini handaði prógvið um, at Føroyaprent livir upp til umhvørviskrøvini í Svanamerkjaskipanini.
Tá stjórin í Føroyaprent, Jon Hestoy, hevði boðið øllum at vera vælkomin, segði Helena Dam á Neystabø, landstýriskvinna í umhvørvismálum, nøkur orð, síðan hevði Birgir Kruse, ritstjóri á Føroya Skúlabókagrunni, eina hugleiðing, sum hann nevndi ”Frá Svananesi til svanamerki”, áðrenn Jesper Gruvmark frá Norðurlendsku Umhvørvismerkingini handaði prógvið upp á Svanamerkjagóðkenning til Jon Hestoy.
Svanamerkið er eitt prógv um, at fyritøkan livir upp til umhvørviskrøv, sum gera, at framleiðslan í allari fyritøkuni er ímillum tær minst umhvørvistyngjandi. Krøvini umfata í fyrsta umfari arbeiðsgongd, innkeyp, pappír og tey kemisku evnini, sum prentsmiðjan nýtir, skrivar Føroyaprent í tíðindaskrivi. Í prakstis merkir hetta, at fyritøkan hevur fingið loyvi at prenta norðurlendska umhvørvismerkið á teir prentlutir, sum prentsmiðjan framleiðir.
Jesper Gruvmark greiddi frá, at svanamerki er ein sjálvboðin norðurlendsk umhvørvismerking av vørum og fyritøkum við 3. parts eftirliti. Norðurlandaráðið setti skipanina á stovn í 1989. Fleiri túsund fyritøkur í Svøríki, Danmark, Norra, Finnlandi og Íslandi hava fingið svanamerkjagóðkenning. Nú er so fyrsta føroyska fyritøkan eisini komin við.
mg