Fyrsta føroyska genta sum tók studentsprógv

Elinborg Jacobsen var fyrsta før­oyska kvinna, sum tók stud­ents­prógv. Hon var eisini fyrsta genta, ið leyk prógv úr Lærda skúlanum í Reykjavík. Tað var í 1897.

JAVNRÆTTINDI
Turið Sigurðardóttir

Elinborg var dóttir Annu og Jógvan Jacobsen, skósmið, úr Havn. Jógvan var beiggi Jákup bøkj­ara á Húsum í Havn, faðir Sonnu av Skarði. Tey fluttu til Íslands og búðu í Reykjavík. Børn teirra vóru Ásgeir tær báðar Elinborg og Turið, sum báðar strevaðu seg til góða útbúgving. Hin seinna var útbúgvin ljósmyndari og hevði ljósmyndastovu í Havn, á horn­i­num millum Tinghúsvegin og Sverr­isgøtu - Thurid Jacobsens Ath­e­l­ier, hetta navnið sæst á goml­um myndum í nógvum húsum runt landið.
Sum sagt var Elinborg fyrsta før­oyska kvinnan, sum tók stud­ents­prógv og harumframt fyrsta kvinn­an, ið leyk studentsprógv í Íslandi. Men Elinborg gekk ikki í Lærda Skúl­an, hon hevði ikki loyvi til at vera innskrivað sum næmingur, tí skúl­in var bara fyri dreingir. Hon kundi sum genta lesa uttanskúla og skriva seg inn til próvs. Hesin møg­uleikin varð løggildur árið 1886. Undan Elinborg høvdu tvær ís­lendskar gentur roynt at lesa utt­an­skúla og fara til próvs, men tað mis­eydnaðist hjá teimum.
Í árbókum Lærda Skúlans stend­ur um Elinborg:

Tey tíðindi tóktust forvitnislig, at hetta várið [1894] tók eitt konufólk fjórðaársprógv, frøkun
Elinborg Jacobsen /../ Elinborg ætlar at halda fram og taka studentsprógv. Tá verður hon fyrsta kvinna, sum tekur tað prógvið her við skúlan. Hon stóð seg heldur illa við próvtøkuna, men fekk tó III. próvt., 53 stig. Í roynd og veru ber als ikki til at vænta eins nógv av teimum, sum ongantíð hava gingið til tímar og tí eru fullkomiliga ókunnug við undirvísingarhátt og spurningarnar frá lærarunum.
Árbækur hins lærða skóla Íslands VI, 89. bls.

Tá ið hon kom hægri upp, var tað als ikki lætt at lesa sjálvsnám í øllum lærugreinunum:

Frøkun Elinborg Jacobsen tók endaligt prógv [1896], men fekk 3 í søgu og 2 2/3 í grikskum og gavst so, tí tað var eyðsæð, at hon fór antin at falla ella fáa “non” og hon vildi hvørki av teimum.

Árbækur hins lærða skóla Íslands VII, 55. bls.

Elinborg gavst tó ikki, tvørt­ur­í­móti. Hon royndi viljasterk at vinna á trupulleikunum og søkti um at sleppa at ganga til tímar:

Elinborg Jacobsen søkti í heyst [1896] um at sleppa at ganga til tímar í 6. flokki í vetur.
Rektarin vildi loyva henni tað, men stiftsyvirvaldið ikki. Tá varð málið skotið inn til ráðgevingar [til Íslandsráðharra í Keypmannahavn]. Tað tilmælið kom við novemberskipinum og var soljóðandi, at Elinborg skuldi sleppa at ganga til timar og njóta somu rættindi sum aðrir næmingar og hava somu skyldur. Hon tók fegin móti tilboðnum og fór at ganga til tímar fyrst í desember. Síðani er einki at frætta um hana, uttan at hon trívst væl millum skúladreingirnar og at hon hevur fingið Ástvald Gíslason at lesa við sær í vetur.
Árbækur hin lærða skóla Íslands VII, 79.-80. bls.
Á studentamyndini situr Elinborg mitt ímillum 19 dreingir, hon er hálvt høvdið lægri enn teir, hon sit­ur ímillum. Teir eru allir í stu­dent­a­húgvu. Elinborg hevur ta lítlu myrku húgvuna sum hoyrir til íslendska búnan, og hon hevur blomst­ur á bringuni, sum líkjast trí­littum blákollum.
Ein orsøk til at Elinborg so hug­djørv breyt seg fram til stud­ents­prógv man hava verið, at mamma hennara Anna var vitug og ógvuliga vakin andliga. Hetta kem­ur væl fram í brøvum, sum Fríð­rik próstur skrivaði til hennara í brævaskifti teirramillum. Anna og Fríðrik vóru vinfólk frá tíðini, tá ið Fríðrik gekk í Lærda Skúlan í Reykjavík 1869-75. Tíðin var hendingarík, og Fríð­riki var lagað at bera fram heils­an til Íslands á Tingvøllum í 1874 á túsundárahátíðini. Reykj­a­víkarárini var hann nógv heima hjá Annu og Jógvani. Hann fekk sera gott prógv úr Lærda Skúl­a­num, og vinskapurin millum hann og húskið man hava stuðlað upp undir áræðið hjá Elinborg. Á brøvum frá Fríðriki til Annu sæst, at tey hava skift orð um ment­a­n­ar­lig evnir, t.d. skrivar hann 5. mai 1878, á Garði í Keypmananhavn, til hennara:”...Eg eri sjálvandi samd­ur við tygum um, at tað er spell, at Hammershaimb hev­ur hildið seg muga fara úr embætinum í føðioyggjum sín­um; tað man vera fyri konu sína, at hann ger tað. /.../ Hóast Hamm­ers­haimb ... hevur búsett seg her í Danmark, so vóni eg tó, at hann framvegis fer at starvast fyri okkara kæra føroyska máli; og har er sanniliga nógv at gera; tygum nevna eina ABC-bók, ja hon er púra neyðug, um ein vil hava ávirkan á tey ungu, og tey gomlu høvdu eisini havt gott av at lært seg at lisið føroyskt eftir einari sovorðnari bók, tí tað ber ikki til at krevja, at nakar skal duga at lesa eitt mál, fyrr enn hann hevur lært at lesa tað, sjálvt um tað er móðurmálið. Tá ið eg fari til Lyderslev, fari eg at tosa við Hammershaimb um, at ein so­vorð­in ABC-bók er neyðug.” Tað kemur fleiristaðni fram í svar­brøv­um Fríðriks, at Anna hev­ur tikið evnir sum móðurmál og fosturlandsalsk upp í brøvum sín­um til hansara.
Tá ið Elinborg hevði tikið stud­ents­prógv, ætlaði hon sær at lesa til lækna. Men tá doyði pápi hennara og umstøðurnar versnaðu hjá henni. Hon fekk sær útbúgving sum massøsa.
Í 1904 hendi tann broyting, at gentur fingu loyvi at ganga í Lærda Skúlan, og fyrsta kvinnan sum tók studentsprógv í Lærda skúl­anum í Reykjavík eftir at hava verið næmingur í skúlanum, var Laufey Valdimarsdóttir; tað var í 1910. Hon verður nevnd sum tann fyrsta íslendska kvinnan, ið tók stud­entsprógv. Í Danmark høvdu kvinn­ur fingið atgongd til hægri útbúgving í 1875. Fyrsta føroyska gentan, sum leyk studentsprógv í Danmark, var Fanny Elisa Dahl úr Vági; hon varð studentur í Høng 1922. Hon tók seinni keyp­mans­skúlaprógv í týskum og ensk­um og handilsháskúlaprógv í ensk­um. Árið eftir, 1923, tók Hjørd­is Djurhuus, dóttir Janusar, studentsprógv í N. Zahles skúla í Keypmannahavn. Hon tók lækn­a­prógv í 1932. Hjørdis var eisini yrkjari, yrkti politiskar tættir til tær fyrstu studentakabarettirnar, og yrkti smáyrkingar, dism, í Kvinnutíðindi 1952-56, t.d. hesi:

O armu profetar
- foretnu asketar –
sum stýrdu tað føðiland
í kavandi íðu –
og hví eg spýði,
ja, tað gongur yvir forstand.

*

Eg minnist teg enn –
tað ljóðar merkiligt men
tú vart sum áarfossur,
so vátur var tín kossur.


Í Føroyum var studentaskeið stovn­að í 1937, fyrsti flokkurin var út­skriv­aður í 1939, seks í tali og teirra­millum tvær gentur: Juliana Hamm­er og Lena Nikolajsen.

Heimildir:
Heimir Þorleifsson. 1975-84. Saga Reykjavíkurskóla. I-IV. Bókaútgáfa
menningarsjóðs. Reykjavík.
Hitt føroyska studentafelagið í Keypmannahavn. 25 ára minnisrit. 1935.
Keypmannahavn.