Hans Olivur Højgaard Joensen, tónleikalærari, var ein av mongu gestunum, sum leygarkvøldið vitjaði til triðja innleiðandi umfar av Prix Føroyum í Mentanarhúsinum í Fuglafirði.
Hans Olivur er tónleikalærari í Hoydølum, umframt at hann er leiðari av rútmiska kórinum.
? Nú kenni eg nakrar av tónleikarunum, sum eru við í hesum umfarinum, og eg havi ongantíð verið í Mentanarhúsinum fyrr, so eg helt, at hetta var eitt upplagt høvi at koma at síggja húsið og hoyra bólkarnar, sigur Hans Olivur.