Ráðstevnan er tann fyrsta í Føroyum av sínum slagi. Hetta er eisini fyrstu ferð í søguni, at Ráðið fyri Ferðslutrygd í Føroyum skipar fyri eini ráðstevnu.
Vegna Ferðslutrygd beyð Rúna Sivertsen, formaður í Ferðslutrygd, øllum at verða hjartaliga vælkomin til ráðstevnuna. Hon segði m.a. Tað var við bjartskygni og góðum vónum tey tíðliga í fjør fóru undir at leggja hendan dagin til rættis. Vit hava lagt okkum eftir at gera ráðstevnuna so viðkomandi og fjølbroytta sum møguligt.
Framvegis hava vit onga politiska endamálsorðing á ferðslutrygdarøkinum
Og tískil hava vit heldur onga politiska virkisætlan fyri ferðslutrygdini í Føroyum.
Í ferðslutrygdarhøpi kunnu vit tí ikki samanbera okkum við okkara grannalond. Tað er ikki av tilvild at vit hava hægri ferðsluvanlukkutøl enn grannalond okkara.
Tað er ikki bara her og í grannalondum okkara at miðað verður ímóti Nullhugsjónini. Við slagorðunum, "Ferðslutrygd er Null vanlukkur", var ferðslutrygdin evnið á alheims heilsudegnum hjá WHO í 2004. Í setanarrøðuni segði franski forsetin, Jacques Chirac: "Ferðsluvanlukkur eru ein vanlagna, sum heimsøkir tann modernaða heimin."
Hetta var fystu ferð í søguni hjá WHO, at alheims-heilsudagurin var halgaður ferðslutrygdini, segði Rúna Sivertsen.
Á ráðstevnuni verða fleiri fyrilestrar av bæði føroyskum og norðurlendskum fyrilestrahaldarum, eins og filmsklipp og kjakpanel.