Fyrsta ferðsluvanlukkan í 1928

Í gjár, sunnudagin 4. juli, var minningardagur teirra deyðu í ferðsluni, sum varð hildin við at blómur vórðu lagdar út á støð kring landið, har fólk hava latið lív í ferðsluvanlukkum.

Fyrsta ferðsluvanlukkan, sum kravdi mannalív, hendi í 1928, tá ein bilur við fýra fólkum fór út av vegnum við Varmakeldueiði í Eysturoy, og ein teirra doyði. Síðan tá eru eini 270 fólk deyð í ferðsluni á føroysku vegunum.


Myndin er av einum av fyrstu bilunum í Føroyum, sum er farin út av vegnum og er bóltaður á takið. Sum tað sæst, vóru vegirnir sera vánaligir, tá í tíðini. Millum menninar, sum arbeiða við at fáa bilin upp á vegin aftur, sæst bilasølumaðurin Vilhelm Nielsen, sum seldi seldi Chevrolet í Føroyum. Hann er í ljósum frakka og kaskett