Fyrsta fetið úr skugganum

Landskrona-effektin kundi neyvan verið størri enn tað sama, tá Bogi Løkin var maðurin, ið legði Føroyar á odda leygardagin

Fótbóltur

 

Løkin er so avgjørt ikki tað mest vanligasta eftirnavnið í Føroyum. Tí slepst illa undan, at Bogi Løkin verður sammettur við tað, sum pápin hevur avrikað á einum fótbóltsvølli. Og tí var tað kanska eisini hóskandi, at tað var sonurin hjá einum av Landskrona-hetjunum, sum sendi Føroyar í eina nýggja ekstrasu, um enn hendan bert vardi í góðan minutt.

Eftir dystin spurdu vit Boga, um hann við hesum kendi tað, sum hevði hann stigið úr skugganum á pápanum.

- Tað vil eg ikki siga. Tað skal nokk meira til enn hetta. Men hetta var kanska fyrsta stigið í so máta.

Nú komst tú rættiliga tíðliga inn í dystin. Hvussu var tað at koma somikið skjótt á vøllin og at fella inn í spælið.

- Tað var sjálvandi ikki tað, sum eg roknaði við. Tað er jú sjáldan, at skift verður út fyri steðgin. Eg fekk kanska ein minutt ella so at hita upp í, og so var bara at fara ígongd. Sjálvandi er tað gleðiligt fyri meg, men tað er keðiligt hjá Jákupi, sum noyddist somikið skjótt av vøllinum.

- Tað, sum eg so kundi gera, var at geva tað, sum eg hevði, og eg haldi eisini, at tað riggaði OK.

 

Málið

Bogi Løkin kom sjálvandi í føroysku søgubøkurnar, tá hann smekkaði bóltin í netið til 1-0. Men hvussu upplivdi málskjúttin sjálvur hetta?

- Vit fóru niðan í álop, og vit fanga so bóltin, tá málverjin ikki ruddar nóg væl. Eg tók so eina renning inn um verjuna, og hetta sá Christian Høgni, sum legði eina perfekta avlevering innum. So hjá mær var bara at seta hann í málið.

Og tað var eingin trupulleiki?

- Eg haldi, at eg bara hugsaði á sama hátt, sum um eg kom leysur við málverjanum her heima, so eg skoraði.

Tú mátti av vøllinum einar 20 minuttir undan leikloki. Hvat var tað, sum hendi.

- Eg havi kent okkurt í lærkrikanum undir venjing, og tað kom so aftur eftir steðgin. Nú má eg so bíða til sunnudagin við at staðfesta, hvussu álvarsligt hetta er. Tað veitst tú aloftast betur dagin eftir. Men vónandi er tað ikki somikið álvarsligt, at tað forðar mær í at fara til Litva, segði Bogi Løkin.