Fyrsta fitnesskapping í Føroyum

Fyrireikarin fegnast so nógv um góðu undir­tøkuna, sum tiltakið »Føroya flottasti kroppur« fekk leygardagin, at tiltakið uttan iva verður endurtikið

Leygardagin var fyrsta føroyska fitness kapping hildin í Norður­landahúsinum. 11 menn og kvinnur lut­tóku í kappingini um heitið: »Føroya flottasti kroppur«.
Fitnesskappingar hava í fleiri ár verið í Danmark, og eru tær sera væl umtóktar har. Nú hevur fitness kapping verið fyri fyrstu ferð her í Føroyum, og áhugin tikist at vera stórur.
Væl varð møtt upp til kapp­ing­ina, og undirtøkan millum áskoð­ararnar var sera góð. Hørð kapp­ing var millum luttakararnar, og spenn­ingurin hekk í luftini frá byrjan til enda. Hóast harða kapping, skuldu tveir vinnarar verða kosnir, og varð tað Jónina Tegeder, ið gjørdist vinnari hjá kvinnunum, og Robin Jønsson, ið vann hjá monnunum.
Rune Petersen, ið er stigtakari til kappingina, hevur fylgt við í teim­um mongu fitness kapping­unum, ið hava verið í Danmark. Hann setti sær fyri, at byrja kapp­ingina í Føroyum eisini.
Sam­bært Rune Petersen, hevur gingist væl við fyrireiking, og hevur undirtøkan verið sera góð, hóast hetta er fyrstu ferð kappingin er.
– Eg varð óvfarin og glaður at síggja so nógv fólk. At áskoðararnir vóru so væl við, gjørdi tað avgjørt ikki verri. Hetta verður uttan iva endurtikið, sigur ein væl nøgdur Rune Petersen.