Fyrsta fjórðingsfinalan verður leygardagin

Giza/Hoyvík fær longu seinnapartin leygardagin vitjan av skálamonnum

Hetta vikuskiftið eru fjórðingsfinalurnar í kappingini um løgmanssteypið á skránni. Vinnararnir í teimum fýra dystunum halda fram í hálvfinalunum. Meðan úrslitið í teimum fýra dystunum nú um vikuskiftið verða avgerandi fyri, hvørji skulu spæla hálvfinalu, so verður tað í uppgerðum á heimavølli  og útivølli í hálvfinaluni funnið fram til, hvørji skulu spæla í finaluni.

 

Fyrsta fjórðingsfinalan verður leygardagin klokkan 17, tá ið Giza/Hoyvík í næstbestu deildini fær vitjan av Skála. Hinar tríggjar fjórðingsfinalurnar verða spældar sunnudagin klokkan 15.00: KÍ-B36, Víkingur-HB og NSÍ-EB/Streymur.

Hálvfinalurnar eru settar at vera 25./26. mai og 15./16. juni.

Finalan verður 27. august.

 

Rás2 fer sunnudagin at siga frá KÍ-B36 og Víkingi-HB.