Fyrsta fløgan hjá Una Arge, ?Mitt á sjónum? er nú í handlunum.
Sjálvur sigur Uni seg vera sera nøgdan við hana. Fløgan fæst í handlunum fyri 169 kr. Á Myspace-síðuni hjá honum liggja nú tríggir sangir.
Á fløguni eru 12 sangir, sum Uni sjálvur hevur skrivað. Uni sigur á myspace, at hann kallar tónleikin melodiskan fólkatónleik. Summir sangir eru vísukendir, aðrir meira popputir og onkrir eru næstan rokkutir. Hann hevur lagt dent á, at tónleikur og tekstir skulu sita, svinga og kanska eisini røra. Tekstirnir snúgva seg m.a. um kærleika, framfýsni, mótfalni, óvissu, jantelóg, veður og vegamót í lívinum.
Niclas Johannesen hevur framleitt fløguna, og ljóðblandað hevur Kristoffur Mørkøre. Niclas og Jákup Zachariassen hava arrangerað sangirnar. Aðrir tónleikarar eru Jóhannus á Rógvu Joensen, James Olsen, Finnur Hansen og Ólavur Olsen.