Fyrsta flaggdagshaldið

Í morgin, flaggdagin, eru 60 á liðin, síðan fyrsta flaggdagshaldið varð hildið á Eiði


 

Flaggdagshald

Ivaleyst fyrsta flaggdagshaldið í landinum varð hildið á Eiði 25. apríl 1941. Fyrsta flaggdagin eftir, at Merkið varð góðkent. Síðan hevur flagdagshald verið á Eiði í óbrotnari røð øll 60 árini.

Ein teira, sum var við í hesum tiltaki, var Petur Martin Ejdesgaard á Eiði. Hann leikti í hornorkestrinum, sum var við í hesum fyrsta haldinum.

Petur Martin, sum í dag er 76 ára gamal, greiðir frá, at tað vóru ungir eiðismenn, sum arbeiddu veg oman fyri bygdina, sum fingu hugskotið.

Petur Martin greiðir frá, at eftir sum hann hevur fingið frágreitt frá beiggja sínum, Jóannesi, sum flutti til Noregs, var tað Tóroddur Kallsoy, sum í dag býr á Skála, sum kom við hugskotinum um at hava flaggdagshaldið.

Hesir ungu menningir spældu í hornorkestrinum, sum var á Eiði tá, og teir hava ivaleyst sæð ein møguleika fyri at fáa eitt eyka høvi at spæla fyri fólki.

Petur Martin Ejdesgard sigur, at har var stutt frá hugsan til verk. Tað var heilt sutt áðrenn flaggdagin, teir yvirhøvur fóru at tosa um at halda dagin, so venjast skuldi helst nakað skjótt fyri at fáa tað at bera til.


Tvær skrúðgongur

Flaggdagshaldið tá var sum nú á Vaglinum á Eiði. Tað komu tvær skrúðgongur hvønn sín veg inn á Vaglið, minnist Petur Martin. Hornorkestrið kom eystan úr Losjuni, har teir vandu. Hann heldur ikki, at teir spældu, meðan teir gingu, men trumman sló taktina kortini, sigur hann. Hvør spældi upp á trummuna hendan dagin, minnist hann ikki aftur. Men tað vóru ymsir trummuspælarar tey árini undir krígnum. Ein var bróðir Petur Martins, John. Ein annar var Jákup Merkisstein, minnist hann.

Helst er hornorkestrið komið upp á pláss, áðrenn hin skrúðgongan, sum kom við flagginum, kom. Tí Petur Martin greiðir frá, at hann minnist so væl, tá tann skrúðgongan kom úr Dansistovuni. Tað var ungmannafelagið Glottin, sum skipaði fyri. Og fremstur í teirri skrúðgonguni gekk Theodor Joensen við merkinum. Hesin Theodor fórst við trolara av krígsávum árið eftir.

Tá sum nú varð flaggdagshaldið hildið við hornblástri, sangi og røðu. Petur Martin Ejdesgaard sigur, at røðarin hendan fyrsta flaggdagin var Eli Stakksund. Men hvat hann tosaði um, dugir heimildarmaður okkara ikki at minnast. Ivaleyst er tó, at tað hevur verið um falggið og týdningin av at hava fingið egið flagg. Felagssangur var eisini, har flaggsangurin, »Sjá tú blánar«, varð sungin.

Hororkestrið spældi fosturlandssangir umframt eisini flaggsangin, »Sjá tú blánar.« Petur Martin minnist, at hann mátti umskriva nótarnar, tí hann spældi upp á Es-kornett, sum ikki stemmaði við vanligu b-kornettirnar, hinir blásararnir høvdu.

Hetta skilti hann ikki rættiliga tá, fleninr hann at í dag. Hann plagdi at venja saman við beiggjanum, Jóannesi, sum spældi althorn. Men tað var jú eisini stemmað í Es, so tá bar væl til, hóast ikki gekk at brúka somu nótar sum hinar kornettirnar. Seinni hevur hann so funnið út av rætta samanhanginum har, sigur hann.


Eftir sama leisti

Flaggdagshaldið helt fram ár um ár, hóast hornorkestrið helt uppat umleið krígslok, tá fleiri av ungu monnunum, sum spældu, fóru burtur. Petur Martin greiðir frá, at í 1944 fór hann sjálvur triðji úr hornorkestrinum á Eiði til Íslands at arbeiða. Aðrir fóru aðrar vegir, so har gjørdist ikki so nógv.

Tá horntónleikurn helt uppat, varð sangurin tað berandi í flagdagshaldinum umframt sjálva røðuna. Jóhan Kallsoy, sum kom til Eiðis at vera lærari um ta tíðina, tók yvir. Og skúlabørn og sangkór plagdu at syngja, greiðir Petur Martin Ejdesgaard frá.

Í 1967 varð hornorkestrið, Eiðis Ljómfelag, endurstovnað, og Petur Martin varð ein av føstu leikarunum í fleiri ár. Tá spældi hann althorn. Hann letur at, at tað var sera stuttligt at spæla við í hornorkestri ta tíðina. Serliga vóru tað tær stóru musikstevnurnar, sum drógu, sigur hann.

Í dag er tað Eiðis Bóltfelag, sum skipar fyri flaggdagshaldinum á Eiði. Skrúðgongan plagar nú at fara ú Múlavík, sum er á leið oman móti fótbóltsvøllinum. Haðani ganga ítróttarfólk, skúlabørn og onnur heima á Vaglið, har sjálvt haldið verður hildið eftir 60 ára gomlum leisti. Í løtuni liggur virksemið hjá Eiðis Ljómfelag stilt. Men horntónleikur verður kortini at hoyra. Tað verða næmingar úr musikskúlanum Norðljómi, sum fara at spæla.

Flaggdagshaldið á Eiði verður flaggdagin klokkan 15.00. Røðari í ár veðrur Kjartan Stakksund, sum er sonur Eli Stakksund, ið helt fyrstu flaggrøðuna á Eiði fyri 60 árum síðan.