Seinnapartin í dag varð hakin settu í eina av teimum heilt stóru verkætlanunum í Føroyum, nevniliga skeiðsdepilin í Skálavík. Tað var Eiler Jacobsen, reiðari, sjálvur sum loysti fyrsta bøkkin til henda depilin, ið fyrst og fremst skal vera karmur fyri kristiligum møtum og legum. Ætlanin er síðan at depilin skal gerast til ein part av føroysku ferðavinnuni
25 til 35 milliónir verða nú settar í ein frítíðar- og mentanardepilin, sum tað væntandi fara at ganga tvey ár at byggja.
Verkætlanin fevnir um eitt nú svimjihyl, tónleika- og møtisal, baðiland og matstovu, umframt gistingarmøguleikar.