Flopgbóltur
Árliga FK-kappingin í flogbólti, sum Fleyr skipar fyri, verður nú leygardagin, 28. september 2002. Kappingin er fyri liðíni í fyrstu og aðru deild hjá monnum og kvinnum.
Fyrstu deild kvinnur spæla í Gundadalshøllini kl. 9.30. 7 lið hava boðað frá luttøku. 2. deild kvinnur spæla eisini í Gundadalshøllini 11 lið hava boðað frá luttøku. Her verður leikt í 3 bólkum byrjað verður kl. 9.30. 1. deild menn spæla í høllini í Hoyvík. Spælt verður í 2 bólkum og byrjað verður kl. 9.30. 2. deild menn spæla í høllini í Læraraskúlanum 5 lið hava boðað frá luttøku.
Víðari sigur Fleyr í tíðindaskrivi, at FK-kappingin fyri meistaradeildirnar, sum er partur av steypakappingini hjá FBF, verður hildin 12. oktober.