Fyrsta FM-heitið til TB-dreingir síðani 2014

Dreingir 12: TB hevur vunnið sítt fyrsta FM-heitið hjá dreingjum síðani 2014 til FM fyri yngri

TB hevur vunnið sítt fyrsta FM-heitið síðani 2014 til FM fyri yngri, sum hevur verið í Trongisvági. Tað gjørdu Dreingir 12 við at vinna FM-finaluna móti SÍ. Tað javnt leingi í fyrsta setti, men eftir at SÍ legði seg á odda 9-7, kom stígur í, og TB vann settið 25-17, skrivar Flogbóltssambandið.

TB fekk eina flúgvandi byrjan í øðrum setti og legði seg á odda 7-3, men brátt hevði SÍ bart seg upp aftur á 7-8. Men so gjørdi TB enn eitt skarvslop upp á 21-10, áðrenn gullið varð tryggjað við 25-17. Haraftrat vann TB b bronsu.

Hetta var fyrsta føroyameistaraheitið til TB síðani 2017, tá Gentur 16 vunnu, og tað fyrsta hjá dreingjum síðani 2014, tá TB vann í bólkinum Dreingur 12 og Dreingir 14.

Bestu spælarar í finaluni:

Lukas Poulsen, SÍ

Ólavur Hammer, TB a

Dreingur 12:

TB a – SÍ 2-0 (25-17, 25-17)