Nýggi langhylurin í Vági, ið hevur fingið navnið Páls Høll, fær sín elddóp í mars 2016.
Svimjisambandið hevur nevniliga um vikuskiftið avgjørt, at FM á langgeil verður í Vági í døgunum 11. til 13. mars. Tað skrivar Suðurrás.
Av tí at talan er um fyrsta 50 metra hylin í Føroyum, so er hetta eisini fyrstu ferð, at kappast verður um FM í langgeil, ið annars er tann teinurin, ið vanliga verður kappast á, tá føroyskir svimjarar kappast í útlondum.
Umframt at vera FM kapping, so verður kappingin eisini úttøkukapping til EM á langgeil, ið verður á sumri 2016.