Fríggjadagin - dýrabiðidag - kl. 15 letur listamálarin, Finleif Mortensen upp framsýning í nýggja atelieri sínum á Strondum. Finleif hevur í tvey ár arbeitt við hesum atelierinum, og nú fáa fólk høvi at síggja bæði tað, og teir 25 málningarnar á framsýningini.
- Hetta er eitt atelier og ikki eitt gallerí. Men eg haldi, at tað eisini kann brúkast til framsýningar, sigur Finleif Mortensen.
Á hesi framsýningini eru bygdakomposisjónir í alskyns litum. Og tað er helst so, sum listamaðurin sjálvur tekur til:
- Eg vil at mín list skal gera fólk glað.
Hetta er triðja framsýningin hjá Finleif Mortensen í ár.
Framsýningin í atelierinum hjá Finleifi, sum liggur Undir Torvbrekku á Strondum er opin um vikuskiftið, frá kl. 15 til 19.