Í Vergina Hall sum liggur skamt uttanfyri býin Falikari á eystursíðuni á Rhodos, kom fyrsta føroyska heiðursmerki í hús. Eitt heiðursmerki at besta slag og í gyltum liti, sum Alex Joensen úr Hvalvík tryggjaði Føroyum, eftir at hann hevði vunnið finaluna í einstaklingakappingini í judo.
– Hetta hevði eg als ikki roknað við. Serliga tá eg upprunaliga skuldi berjast í –73, men at vit síðani broyttu eitt sindur við vektflokkunum, og eg endaði ein flokk lægri, greiddi sjónliga fegni Alex Joensen frá, eftir at gullkrónan var komin at hanga um hálsin.
Fyri at koma niður í vektflokkin fyri tey undir 66 kilo, hevur Alex seinastu dagarnar mist trý kilo.
Møtti gomlum liðfelaga
Tað var í vektbólkinum fyri tey undir 66 kilo, at Alex Joensen gjørdi bart. Men í sama vektflokki hevði eisini ein annar føroyingur gjørt vart við seg, so tá alt kom til alt møttust Alex Joensen og Jógvan Páll Kristiansen frá Norðskála í finaluni.
– Tað var við eitt sindur blandaðum kenslum, at eg skuldi møta honum. Vit kennast jú so væl, og av tí sama bleiv finalan ikki tann stóri dysturin. Vit vita hvat hvør dugur, kenna bestu køstini og hvat vit skulu ansa eftir, sigur Alex Joensen, sum annars er sera væl nøgdur við kappingina sjálva.
– Hetta var ein góð kapping við einum yvirkomiligum støði, kunnu vit siga nú, eftir at vit hava stúrt fyri, hvussu vit fóru at liggja í mun til hinar, sigur Alex.
Vildu vísa seg
Tey vóru mong í høllini, sum bitu merki í, at teir allar flestu av føroysku luttakarunum vunnu sínar dystir eftir rættiliga stutta tíð. Hetta hevði eisini sína orsøk.
– Vit høvdu avtalað, at vit vildu fara “all-in” beinanvegin. Tað vil siga at satsa nógv upp á fyrstu løtuna fyri at vísa, at vit eru sterkari og ikki ræðast, greiðir Alex. Hesin valdi taktikkur hevur eisini tann fyrimun, at tá gerast dystirnir oftast stuttir, og so er meiri orka eftir til seinnu dystirnar.
Bilsnir
Alex Joensen segði tíðliga í greinini, at hann var ógvuliga bilsin av, at gullmedaljan endaði við at hanga um hansara háls, men 24 ára gamli hvalvíkingurin er eisini bilsin av liðnum.
– Eg og restin av liðnum eru yvirraskaðir. Vit kunnu illa siga, at vit ikki høvdu væntað tað, tí vit vistu snøgt sagt ikki hvat vit komu til, men nú tað bleiv so gott tað heila eru vit allir glaðir og væl nøgdir, sigur fyrsti føroyski medalju- og gullvinnarin á oyggjaleikunum 2007.