Fyrsta húsið væntandi klárt í apríl

Articon er í ferð við at byggja 12 summarhús heima á Sandi. Tað var fyri sløkum trimum árum síðani, at kommunan á Sandi seldi eitt øki til Articon at byggja summarhús á.

 

Tvey tey fyrstu húsini eru komin upp og trý onnur eru ávegis, sigur Jón Sigurðsson, stjóri í Articon. Hann sigur, at fimm tey fyrstu húsini verða væntandi klár í vár og sjey tey næstu koma eitt sindur seinni.

 

Elementini til húsini verða gjørd norðanfyri og síðani flutt suður og sett saman á staðnum.

 

Enn eru eingi hús seld, men áhugin er til staðar. Sambært Jón Simonsen, stjóra á Skyn, sum umsita søluna, so koma fyrispurningar inn javnan.

 

- Vit byrja søluátakið í apríl, tá tað fyrsta húsið væntandi er heilt klárt. Tá kunnu vit brúka sum eitt hús at sýna fram, sigur Jón Simonsen.