Fyrsta kastikappingin í ár

Kappingin fer fram á nýggju breytini á Tórsbreyt í Havn, og verður kappast í teimum fýra olympisku kastigreinunum. Tær eru hamarkast, diskoskast, spjótkast og kúlustoyt.

Fyrsta kappingin á skránni er hamarkast, og byrjar hendan klokkan 14.

 

Á heimasíðuni hjá Hvirluni, www.hvirlan.fo, verður sagt, at talan er um opna kapping fyri øll omanfyri 14 ár. Tilmelding fer fram á heimasíðuni.