Fyrsta konsert við Byrta í Føroyum

Leygarkvøldið verður konsert við føroyskum og íslendskum tónleikarum í Norðurlandahúsinum. BYRTA (FO), Sísý Ey (IS), Úlfur Úlfur (IS) og Brynjolfur (FO) spæla á konsertini, sum er partur av 30 ára hátíðarhaldinum hjá Norðurlandahúsinum. Hetta verður eisini fyrst almenna konsertin hjá føroysku BYRTA. Til konsertina verður Stórhøllin nýtt og eingi sitipláss, so rúm er fyri rørslu. 


Trance-Atlantisk konsert

Norðurlandahúsið

Leygarkvøldið 11/5 kl. 20.30