Fyrsta kvinnan sum uttanríkisráðharri

Fyri fyrstu ferð hevur Pakistan fingið eina kvinnu í embætið sum uttanríkisráðharri. Tað er tann 34 ára gamla Hina Rabbani Khar, sum hóast sín unga aldur og lítlar politiskar royndir hevur fingið ta sera týðandi uppgávuna at umboða landið úteftir.

Hennara fyrsta uppgáva verður at tingast við grannalandið India um markið, sum hevur verið eitt stríðsmál líka síðani 1947, og sum hevur elvt til tvey kríggj landanna millum.

Hina Rabbani Khan er úr einari av teimum politisku ættunum í Pakistan. Pápi hennara, Ghulam Rabbani Khar, og ein skyldmaður hennara eru royndir politikarar, skrivar AFP.