Heimsins fyrsta langfaraskip við hydrogeni

- Vónandi fer skipið at skapa grundarlag fyri einum grønum orkuskifti innan fiskiflotan, sigur eigarin.

Kystmagasinet.no veit at siga, at norska reiðaríið Loran arbeiðir við at menna eitt langfara fiskiskip, sum skal minka um fossila brennievnið við meira enn 40 prosentum. Skipið skal eisini framtíðartryggjast soleiðis, at tað seinni kann gerast leyst av fossilum brennievni.

 

Enova í Noregi letur 92,4 norskar miljónir krónur í stuðli til verkætlanina. Hetta svarar til slakar 68,5 miljónir í okkara peningi. Enova er almennur grunnur, sum eitt nú leggur upp til umhvørvisvinarliga framleiðslu og umhvørvisvinarliga orkunýtslu.

 

Stjórnin ynskir at minka um útlátið hjá skipaferðsluni við einari helvt innan 2030. Hjá skipum, sum sigla víða um høv, bendir mangt á, at hydrogen kann gerast eitt týdningarmikið alternativ til oljuna.

 

Norski umhvørvismálaráðharrin, Espen Barth Eide, heldur tað tí vera gleðiligt, at reiðarí sum Loran arbeiða við slíkum loysnum, tí við hesum setir reiðaríið eisini Noreg á kortið sum landið við heimsins fyrsta langfara fiskiskipi við hydrogeni sum drívmegi.

 

Dagligi leiðarin í Loran, Ståle Otto Dyb, sigur seg vóna, at skipið, sum reiðaríið fer at byggja við hydrogeni sum drívmegi, fer at skapa grundarlag fyri einum grønum orkuskifti innan fiskiflotan.

 

Stjórin í Enova, Nils Kristian Nakstad, heldur, at hóast nýbygningurin ikki kemur at hava 0-útlát í hesum umfari, er verkætlanin kortini eitt fyrsta stig á røttu leiðini.

 

Sambært kystmagasinet.no verður nýbygningurin ein línubátur, og her verður eisini víst á, at línuveiði helst er hin skynsamasta, bæði tá hugsað verður um fiskastovnar og havbotn - og eisini, tá ræður um orkutørvin.

 

Meira um hesa forvitnisligu verkætlan í Noregi kann lesast á kystmagasinet.no