Fyrsta listaframsýning á Skipanesi

Ungi listamaðurin, Jógvan Andreas á Brúnni, ættaður úr Fuglafirði, hevur listaframsýning á Skipanesi. Framsýningin er í gomlu, hugnaligu húsunum í Grótinum. Hetta eru tey svørtklæddu húsini við flagtekju, ið liggja uppi í brekkuni, beint við við vegin niðan á Skipaneskrossin, tey rópa.

Einir 24 málningar verða sýndir fram í húsunum í Grótinum.

Jógvan Andreas á Brúnni hevur teknað og málað heilt frá barnaárum. Sum blaðungur fór hann niður til Holstebro at útbúgva seg. Nakað seinni fekk hann sær útbúgving á listaháskúla í London. Hann hevur havt fleiri framsýningar, eitt nú í Riberhúsi í Fuglafirði, Keypmannahavn og í Smiðjuni í Lítluvík.

Framsýningin í Grótinum á Skipanesi letur upp í kvøld klokkan 19.