Nú júst ein mánaður er til nýggja ljósanleggið á Tórvølli skal takast í nýtslu til landsdystin millum Føroyar og Italia á Tórsvølli hin 2. september, byrjar uppsetingin av sjálvum mastrunum. Fyrsti parturin av mastrini í landnyrðingshorninum bleiv uppsettur í dag, og tá henda vikan er farin, er øll masturin væntandi uppsett.
Tíðin, sum byggivirki og ráðgevar hava fingið til hesa stóru verkætlanina, hevur verið sera stutt. Fyrstu fyrireikingarnar fóru í gongd um hálvan apríl, tá farið varð undir at sniðgeva og prosjektera mastrarnar og gera kostnaðarmeting. Hin 23. mai góðkendu býráðið og Fótsbóltssamband Føroya verkætlanina, og hin 24. mai varð stálið til mastarnar bílagt.
Men fyri at fáa hetta at eydnast, hevur eisini verið neyðugt at arbeiða við øllum pørtum av verkætlanini samstundis. Articon hevur gjørt grevstrararbeiðið og stoypt fundamentini til mastrarnar. Hetta hevur verið eitt krevjandi arbeiði, tí fundamentini skuldu stoypast so tætt uppat verandi bygningum og tribunum á Tórsvølli. Fundamentini eru uml. 5,5 x 8,5 metrar til víddar, og til tað størsta fundamentið fóru ikki færri enn 420 tons av betongi. Tað hava verið langir arbeiðsdagar líka til kl. 2 um náttina onkran dagin, men arbeiðið hevur gingið væl, og síðsta fundamentið varð stoypt dagin fyri ólavssøkuaftan.
Samstundis sum Articon hevur arbeitt á Tórsvølli, hevur MEST bygt mastrarnar upp úr millum 16 og 60 mm tjúkkum stálplátum á skipasmiðjuni í Havn og á Skála. Lidnu partarnir eru síðani sandblástir, metalliseraðir og málaðir.
Fyrsti parturin, sum er toppurin á mastrini í landnyrðingshorninum, kom á byggiplássið 20. juli, tá el-virkið Install beinanvegin fór undir at festa ljósini á toppin, og at binda el-kaðalar í o.s.fr.
Og timingin hevur verið góð, tí nú fundamentini vóru liðug hin 27. juli, byrjaði uppsetingin av mastrunum í dag. Og um tað gongur sum ætlað, so verður toppurin á fyrstu mastrini settur uppá pláss í endanum av hesi vikuni.
Og soleiðis fer at verða arbeitt víðari við uppsetingini av hinum trimum mastrunum. Eftir ætlan er seinasta masturin komin upp at standa hin 20. august, og restina av tíðini til landsdystin hin 2. sept. kemur Install at nýta til at gera el-arbeiðið liðugt. Eisini skulu serfrøðingar frá Philips í Danmark, sum hava leverað ljósini, koma til Føroya at fíninnstilla ljósini, soleiðis at tey geva ta ljósstyrki, sum krevst til ein FIFA/UEFA-góðkendan vøll.
Landsbyggifelagið hevur byggileiðsluna um hendi saman við teknisku umsitingini hjá Tórshavnar kommunu, sum hevur yvirskipaðu prosjektleiðsluna.