Fyrsta meistarastevnan í Føroyum nakrantíð

Svimjisamband Føroya skipar fyri fyrstu ferð nakrantíð fyri Norðurlendsku Meistarastevnuni fyri Ung hetta vikuskiftið

Hetta vikuskiftið verður stór altjóða svimjistevna í Føroyum, nú Svimjisamband Føroya fyri fyrstu ferð nakrantíð kann skipa fyri Norðurlendsku Meistarastevnuni fyri Ung, á langgeil í Páls Høll í Vági. Tilsamans eru tey 98 svimjarar úr seks londum, sum fara í luttaka í 32 kappingum, skrivar svimjing.com

 

 

- Stevnan verður fyriskipað av einum toymi runt svimjihøllina Páls Høll og Suðuroyar Svimjifelag, umframt úr Svimjisambandi Føroya og føroyskum svimjifeløgum annars. Teir mongu dómararnir eru allir føroyingar við royndum at døma meistarastevnur, harav nógv hava roynt seg eisini við altjóða stevnu, so sum tá ið Svimjisambandið í 2015 skipaði fyri Nordic Open Masters meistarastevnu á stuttgeil í Havn, skrivar Svimjisambandið. 

 

 

- Føroyski landsliðshópurin eru tíggju ungir svimjarar úr Havnar Svimjifelag, Ægir og Suðuroyar Svimjifelag, umframt tríggir venjarar og ein ferðaleiðari, skrivar svimjing.com. 

 

 

Tað er í morgin klokkan 11.00, at meistarastevnan verður sett í Vági.