Fyrsta messan hjá Mekonomen

Hálvtannað ár eftir at skandinaviska handilsketan Mekonomen læt upp í Føroyum, høvdu teir sína fyrstu messu í farnu viku.

Framsýningin læt upp hósdagin 14. apríl í einum stórum tjaldi við handilin hjá Mekonomen við Hoyvíksvegin í Havn. Fyrstu tveir dagarnar var framsýning bert fyri verkstaðskundar, meðan opið var fyri almenninginum leygardagin. Petur Martin Johansen, stjóri í Mekonomen í Føroyum, sigur, at framsýningin var væl vitjað, og teir fingu víst sínar vørur fram fyri bæði verkstaðskundum og privatu kundunum.


Mekonomen er størsta heilsøla í Skandinavia og er fimtistørsti innkeypari av eykalutum í Evropa. Í Mekonomen samtakinum eru meira enn 10.000 starvsfólk.