Síðani í 1960 eru farnar fram fimm hendingar, har talað hevur verið beinleiðis um morð.
Tvey morð eru framd á Tvøroyri, annað, har ein grønlendingur varð stungin til deyðis uttan fyri TB-húsið eitt dansikvøld, og hitt – sum er seinasta skrásetta morðið í 1988 – hendi, tá ein drongur skjeyt unnustu sína. Hetta var eitt sonevnt sjalusimorð.
Eitt annað gamalt morð var somuleiðis stemplað sum eitt sjalusimorð, tá ein drongur skjeyt fyrrverandi unnustuna og síðani seg sjálvan. Heta fór fram í Havn í einum húsum, ið stóðu har, sum Inpact nú heldur til.
Eitt av teimum fimm morðunum fór fram í 1984, tá ein maður skjeyt konu sína í bilinum í Kollafirði.
Men nú uppliva Føroyar so fyrstu veruligu morðgátuna í søguni.
Dánjal Petur Hansen – vanliga nevndur Piddi – varð seinast við vissu sæddur við hús síni millum 16 og 17 leygardagin 5. november.
Tað hevur verið at hoyrt millum manna, at eitt vitni skal hava sæð tann nú varðhaldsfongslaða mannin í garaguni hjá Pidda týsdagin eftir. Hetta skal hava verið ein sjálvboðin, sum var við í leitingini eftir Pidda, sum, eftir at hava verið á øllum hurðunum fór avstað aftur. Tá skal garaguhurðin verða farin upp, og varðhaldsfongslaði maðurin komin til sjóndar.
Hetta er tó óváttað tíðindi.
Trupul leiting
Longu tá løgreglan av fyrstan tíð eftirlýsti Pidda á kvøldi týsdagin 8. november var greitt, at leitingin fór at verða trupul.
Eftir øllum at døma hevði løgreglan ongar ábendingar um, hvat kundi vera hent, og heldur ongar ábendingar um, hvar leitast skuldi.
Tað var leingi gingið út frá teirri teori, at antin hevði Piddi verið úti fyri óhappi, ella – meira sannlíkt – hevði gjørt av við seg.
Men um vikuskiftið kom kriminalpolitiið upp í málið, sum síðani hevur verið mett sum eitt drápsmál.
Tað vil aftur siga, at tað gekk ein heil vika, frá tí at Piddi Hansen seinast var sæddur, til kriminalpolitiið tók stig til at sperra húsini hjá horvna manninum av.
Orsøkin er sum skilst hon, at blóðspor vórðu funnin inni í húsunum hjá Pidda, og hetta fekk løgregluna at viðgera málið sum eitt drápsmál.
Kriminalpolitiið hevur síðani funnið spor, sum peika á tann nú varðhaldsfongslaða mannin, sum búði til leigu á Nesi.
Leita eftir líki
Løgreglan kannaði alt ruskið á Hagaleiti, og í eini bingju varð funnin ein koddi við blóði á. Eingi prógv eru tó enn fyri, hvaðani koddin er komin frá.
Kriminalpolitiið helt seg tó hava funnið so mikið týðandi teknisk spor, bæði í húsunum hjá Pidda og í leiguíbúðini hjá tí nú varðhaldsfongslaða, at hesin seinni nevndi varð handtikin seinnapartin týsdagin. Og í grundlógaravhoyri mikudagin varð hann varðhaldsfongslaður í 14 dagar.
Blóðspor eru funnin í báðum húsunum.
Tveir kriminalteknikarar frá Politiets Tekniske Center hava kannað húsini hjá Pidda og hjá skuldsetta manninum, og í komandi viku koma serfrøðingar innan eitt nú fingramerki og dna til Føroya at kanna húsini víðari.
Eitt veikt signal frá fartelefonini hjá Pidda Hansen kundi staðfestast har um vegir.
Enn á berum
Sløkkiliðið á Skálafjørðinum hevur verið við í leitingini frá byrjan av, men sum áður nevnt hevur verið trupult at vita, hvar frægast var at leita. Leitað hevur verið víða, og nú í seinastuni hevur verið leitað við báti við serligum skannara.
Sunleiv Højgaard, leiðari hjá sløkkiliðnum, segði við Portalin í gjár, at leitingarfólkið – sløkkilið og ein rúgva av sjálvbodnum – nú mest virka sum hjálparfólk hjá løgregluni, og gera eftir teirra ávísing.
Dánjal Petur Hansen er fyri tíð síðani skildur frá konuni, sum eftir tað hevur hildið saman við varðhaldsfongslaða manninum.
Politiið arbeiðir út frá teirri teoriini, at ein samanbrestur av onkrum slag hevur verið millum tann horvna og tann skuldsetta, og víðari útleiðir politiið so, at maðurin hevur gjørt av við Pidda.
Av tí at varðhaldsfongslaði maðurin noktaði seg sekan er neyvan sannlíkt, at hann hevur givið nakra sum helst ábending um, hvar Piddi er at finna. Løgreglan í sínum lag heldur kortini ógvuliga tætt inn at kroppinum, og avdúkar avgjørt ikki ov nógv.
Spyrja um bilar
Í gjár upplýsti kriminalpolitiið, at tveir bilar vórðu sæddir í túninum hjá Pidda Hansen, eftir at hesin hvarv. Annar bilurin var tann silvurgráur Skoda Fabia og ein koksgráur Ford Mondeo. Bilarnir eru sæddir koyra til og frá, og poliið spyr, um fólk hava sæð teir eitt nú við okkurt bingjupláss.
Við útvarpið hjá kringvarpinum í gjár segði Bergleif Bimvík, leiðari á kriminadeildini, at fleiri upplýsingar eru komnir inn um hesar bilarnar.
Hann váttaði eisini tíðindini um, at baksetrið í Ford Mondeo bilurin, sum varðhaldsfongslaði maðurin, eigur, er tikið úr bilinum.
Bergleif Brimvík hevur lítið nýtt at leggja aftrat í dag.
Æleitingin og teknisku kanningarnar halda fram.