Fyrsta myndabókin um Harry Potter

Fyrsta bókin um Harry Potter verður nú útgivin í myndprýddari útgávu. Talan er um bókina Harry Potter og vitramannasteinurin.

Í dag er altjóða útgávudagur fyri myndprýddu útgávuna av fyrstu Harry Potter-bókini, Harry Potter og vitramannasteinurin. Bókin kemur út í 80 londum í senn, so hetta er ein ógvuliga stórur dagur hjá øllum Harry Potter-fjepparum.

 

Tú kennir helst foreldraleysa dreingin við myrka, ívna hárinum, rundu brillunum og z-skapaða arrinum á pannuni. Hann, sum fekk ta tungu lagnuna at vera størsti fíggindi Voldemorts.

 

Bøkurnar um Harry Potter hava sligið øll sølumet og vunnið fleirfaldaðan heiður. Bókarøðin er elskað av fjepparum runt alla verðina, og bøkurnar eru týddar til 78 mál og gjørdar til 8 stórfilmar. Og nú kemur fyrsta Harry Potter-bókin í myndprýddari útgávu.

 

- Myndprýdda útgávan av gandakenda klassikaranum hjá J. K. Rowling er ein skreytbók, ið er ein sonn fragd fyri eygað. Hon er ætlað bæði trúføstum fjepparum og nýggjum lesarum, tí hóast søgan er tann sama, so geva stórfingnu litmyndirnar hjá evnaríka listamanninum Jim Kay tær eina heilt aðra lesiuppliving, skrivar Bókadeild Føroya Lærarafelags, ið gevur bókina út í Føroyum.

J. K. Rowling sigur sjálv, at hon kennir tað sum ein heiður og er takksom fyri, at Jim Kay gevur okkum burtur av sínum gávum – so her er nógv at gleða seg til!