Fyrsta myndin av Jayme Closs

- Tað fer at taka sína tíð, áðrenn Jayme Closs kemur fyri seg aftur, fer at kenna seg trygga og kann fáa eitt vanligt lív aftur, sigur ein í familjuni.

Fríggjadagin deildi ein í familjuni hjá 13 ára gomlu, Jayme Closs, fyrstu myndina av gentuni, sum hósdagin varð funnin aftur á lívi, eftir at hon hevði verið sporleyst burtur síðan miðskeiðis í oktober síðsta ár.

 

Jayme Closs varð eftirlýst, eftir at foreldur hennara, James Closs (56) og Denise Closs (46), vórðu funnin skotin og dripin í heiminum í Barron County í Wisconsin í USA.

 

13 ára gamla gentan varð ongantíð undir illgruna fyri dupultdrápið, og fríggjadagin kundi løgreglan upplýsa, at ein 21 ára gamal amerikumaður varð handtikin og skuldsettur fyri dráp og burturflyting av Jayme Closs.

 

Síðan hin 13 ára gamla varð funnin, hevur hon verið saman við familjuni, og fríggjadagin deildi pápa-ella mammusystir hennara, Jennifer Smith, fyrstu myndina av Jayme Closs (viðhefta mynd).

 

- Tíbetur stóð eg við ein bonk, tá eg fekk boðini um, at Jayme Closs varð funnin. Eg setti meg niður og brast í grát, sigur hon við WQOW og leggur aftrat, at hon síðan reisti seg aftur og gav løgreglumanninum, sum bar henni boðini, eitt klemm.

 

Hon sigur, at løgreglumaðurin bar eitt stórt smíl, og tað sást, at hann var líka so glaður fyri tíðinindini, sum hon sjálv var.

 

Jennifer Smith sigur, at hon onga løtu ivast í, at tað fer at taka sína tíð, áðrenn Jayme Closs kemur fyri seg aftur, fer at kenna seg trygga og kann fáa eitt vanligt lív aftur.