LeBron James er fyrsti NBA-leikarin sum hevur skorað 39.000 stig

LeBron James hevur sett eitt ótrúligt met í heimsins bestu kurvabóltsdeild

38 ára gamli amerikanski stórleikarin í kurvabólti, LeBron James setti ígjár eitt ótrúligt met í heimsins bestu kurvabóltsdeild, NBA.

 

Tá LeBron James og liðfelagarnir í LA Lakers ígjár vunnu 131-99 á Utah Jazz hendi søguliga løtan, har LeBron James gjørdist tann fyrsti leikarin í søguni hjá NBA at skora 39.000 stig í deildini. 

 

Kareem Abdul-Jabbar var fram til februar í ár metmaður við flest stigum í søguni hjá NBA. Gamla metið hjá Kareem Abdul-Jabbar vóru 38.387 stig. Eitt met sum stóð í 38 ár til LeBron James tók metið, og ígjár fór LeBron James uppum 39.000 stig. Eitt met sum neyvan verður tikið í bræði, og komandi árini fer LeBron James eisini at byggja upp á metið.

 

Í dystinum ígjár skoraði LeBron James 17 stig ta løtuna hann var á vøllinum. Ógvuliga hóskandi so var tað við einum trístigara, at LeBron James rakk teimum 39.000 stigunum sum NBA-leikari. 

 

LeBron James hevur spælt í NBA síðani 2003. Árini 2003 til 2010 spældi LeBron James við Cleveland Cavaliers. Millum 2010 og 2014 spældi hann við Miami Heat, og millum 2014 og 2018 spældi hann aftur við Cleveland Cavaliers. Síðani 2018 hevur LeBron James spælt við LA Lakers.

 

LeBron James hevur fýra ferðir vunnið NBA-meistaraheitið, og hann hevur á tveimum sinnum vunnið olympiskt gull við USA.

 

Hann hevur fýra ferðir verið MVP (Most Valueable Player) í NBA, og hevur heili 19 ferðir verið partur av NBA All Star liðnum.