Skeiðsdepilin handaði í dag fyrstu prógvini í nýggjari leiðsluútbúgving fyri handverkarar. Hetta er fyrsta útbúgving av sínum slag, har undirvísingin gekk fyri seg á netinum Skeiðsdepilin hevur í samstarvi við Via University College í Danmark skipað fyri einari nýggjari leiðaraútbúgving fyri fólk innan byggivinnuna. Tað serliga við hesari útbúgving er, at hon gongur fyri seg á netinum.
Undirvísararnir undirvísa í hølum í Danmark, meðan næmingarnir sita við hús ymsa staðni í Føroyum og Grønlandi.
- Hetta er fyrstu ferð vit hava roynt eina net-útbúgving fyri handverkarar, og vit eru stak væl nøgd, sigur Petur Djurhuus, samskipari av útbúgvingini á Skeiðsdeplinum.
Danski útbúgvingarstovnurin hevði í fleiri ár havt samstarv við grønlendingar, men hetta er fyrstu ferð at føroyingar eru við.
Prógvini, sum vóru handað í dag, er fyri fyrsta av fýra møguligum modulum í útbúgvingini. Hetta skeiðið snúði seg um leiðslu, meðan tey komandi snúgva seg um framleiðslustýring, búskap og marknaðarføring. Modulini er sjálvstøðug, og tað er einki krav, at man skal taka øll.
- Tað eru nógvir fyrimunir við einari slíkari útbúgving. Tað er sjálvandi bíligari, tí vit sleppa frá at gjalda undirvísarar at koma til Føroyar, og tað er lættari fyri luttakararnar, tí teir kunnu sita við hús og lurta og tosa yvir interneti. Samstundis er útbúgvingin eisini ein meira altjóða útbúgving, tí skeiðsluttakararnir hava royndir úr bæði Føroyum og Grønlandi, greiðir Petur Djurhuus frá.
Hann sigur, at luttakararnir vóru eitt sindur varnir í fyrstani, tí teir vóru ikki vanir við interaktiva undivísing á netinum, men hetta vísti seg als ikki at vera nakar trupulleiki